HEIM
18.10.2012

Á súkklu runt Agnið ella út á Eystnes

Motiónstúrar fyri øll, ung sum eldri, kvinnur og menn

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík verður skipað fyri motiónssúkkling sunnudagin 21. oktober.
Tað er Mentanarvikan Skýming saman við Tórshavnar Súkklufelag og nýggja fjallasúkklufelagnum, MTB.fo, ið skipa fyri tiltakinum.
Ætlanin er, at øll, ið eiga eina súkklu kunnu luttaka. Tað stendur øllum í boði, at súkkla runt Agnið, ið er ein túrur á umleið 10 kilometrar.
Eisini stendur øllum, ið eiga eina fjallasúkklu, at súkkla ein sokallaðan "off road" túr. Tá gongur leiðin út á Eystnes.
Báðir túrarnir byrja við Løkshøll og súkklað verður móti Rituvík, og síðan móti Toftum, og so aftur til Runavíkar.
Tiltakið er sum sagt, fyri øll, og byrjar súkklingin kl. 13.30. Møtt verður við løkshøll. Limirnir í Tórshavnar Súkklufelag súkkla altíð í súkkluhjálmi, tí hevði tað glett okkum at sæð øll, sum ætla sær at taka lut, eisini at súkkla í hjálmi.
Verið hjartaliga vælkomin á súkklu, Kring Agnið ella út á Eystnes.

Teinarnir eru at síggja á www.tsf.fo og www.mentanarvikan.fo