HEIM
16.03.2016

Vatnleiðing tvørtur um Skálafjørðin

Í dag náddu vit einum varða í stóru verkætlanini hjá kommununi at føra vatn tvørtur um fjørðin.

Longu um áratúsundskiftið varð staðfest, at tørvurin á vatni á eystara armi var alsamt vaksandi, og upplandið ikki nóg stórt at nøkta teimum mongu íbúgvunum og vinnuni í økinum. Í 2011 varð verkætlan tí sett í verk at flyta vatn av vestara armi, úr stóra upplandinum omanfyri Prestá á Skála, tvørtur um Skálafjørðin.

Fyrsta stigið varð liðugt í 2014, tá vegaføring og grovplanering var gjørd til brunnar yvir Skála bygd, eins og øll loyvir fingin til vega. Í dag, 16. mars 2016, rennur reint vatn tvørtur um fjørðin, uttan nakra tilsetta pumpuorku, men einans við hjálp av hæddarmuni.

Verkætlanin er ikki liðug enn, tí tveir brunnar skulu gerast afturat tí eina á Skála, eins og vatnleiðing skal gerast til bygdirnar á báðum ørmunum, og til vinnuøkið eystaru megin. Tá verkætlanin er liðug, verður samlaði kostnaðurin áleið 23 milliónir.