HEIM
05.10.2015

80-túsund fermetrar av nýggjum havna- og vinnuøki á Skálafjørðinum

Umstøðurnar til orku depilin í føroyskum vinnulívi gerast enn betur. Runavíkar kommuna hevur gjørt ætlan fyri at byggja 80.000 fermetrar av nýggjum øki til havna- og vinnuendamál.

-Samanspælið millum havnarlag og øki til vinnuna er sera umráðandi fyri nógv av virkseminum, sum fer fram við Skálafjørðin. Samstundis økist eftirspurningurin eftir tænastum frá Runavíkar Havn, eins og tørvurin á økjum til vinnufyritøkur, ið ynskja at liggja tætt við havnarøkið og tætt við býardepilin, økist.

-Ætlanin fevnir, umframt víddina uppá 80.000 m2, um 800 m av atløgusíðu, við dýpi uppá 12-15 metrar. Eisini verður ein rampi, har stór ferðamannaskip og ferjur kunnu leggja at.

-Fyrsti partur av útbyggingini verður samanbinding av Beta-bryggjuni og olju-brygguni, ið gevur 200m av atløgusíðu. Hetta arbeiðið verður ætlandi gjørt í 2016 og 2017.

-Víðari arbeiði verður gjørt í stigum komandi árini, so hvørt sum tilfar frá undirsjóvartunlinum verður tøkt.

-Umframt hetta, so eru stórir møguleikar fyri útbygging á Skála og í Søldarfirði, og hesum arbeiðir Runavíkar kommuna eisini við í løtuni.