HEIM
04.10.2018

80-100 búeindir í 2019-2020

Eftir at RTS hevur gjørt klárt til arbeiðskúrar og onnur virkisgøgn hesar seinastu dagarnar, var klárt at seta broytkjaftin í svørðin í Leitinum seinrapartin ídag. RTS-Brøðurnir báðir, Andrias og Svend, hildu, at borgarstjórin skuldi royna seg sum broytførara, nú ”spakin” skuldi setast í, og við góðari vegleiðing gekst tað sum ætlað. Allur starvshópurin hjá RTS, sum omanfyrinevndu brøður eiga, var savnaður á nýggja arbeiðsplássinum, og kommunan var umboðað av teimum, sum hava havt mest við málið at gera. Borgarstjóranum, Lars og Kára frá Teknisku deild, kommunuskrivaranum Dinnu og forkvinnuni í BBN, Etly Nord Højgaard. Magni Thomsen umboðaði EM-Ráðgeving.

9. august í ár skrivaðu Svend Lamhauge og Tórbjørn Jacobsen undir sáttmála um verkætlanina. Spf. RTS Contractors, á Fjøruvegi 7 í Runavík, átti fyri hetta lægsta tilboðið, og eftir at samráðst varð, síðani tilboðini vóru latin inn, komu partarnir ásamt um ein sáttmála. Sáttmálin kostar Runavíkar kommunu slakar 37 milliónir krónur. Hetta er størsta einstaka útstykkingin, sum Runavíkar kommuna nakrantíð er farin undir, og somuleiðis størsta einstaka verkætlanin, sum RTS hevur tikið á seg sum felag.

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, EM-Ráðgeving og Runavíkar kommuna hava í drúgva tíð virkað við hesum málinum, og ídag brast fyri nevi soleiðis, at øll tey, sum leingi hava verið áhugað í at fáa tak yvir høvdið í hesum økinum, kunnu fyrihalda seg til ein veruligan tíðarkarm.

Borgarstjórin flutti fram eina røðu, eftir at broytkjafturin súmbolskt setti ferð á verkætlanina, og hann ynskti, væntaði og vónaði, at hendan verkætlanin fór at vera til signingar fyri kommununa, býlingsbúgvararnar og RTS sum fráleið. Ein stórur dagur í søguni hjá Runavíkar kommunu. Um tvey ár búgva eini 3-400 fólk í hesum økinum, sum svarar til 10% av íbúgvaratalinum í kommununi. Verkætlanin nøktar tørvin í dag, men ivaleyst verður neyðugt hugsa um næsta leikin longu nú, skal tørvurin frameftir ganga komandi borgarum á møti.

Fyrri parturin skal vera liðugur um eitt gott ár og alt skal vera liðugt í 2020. Eftir at saðlað varð um frá vinnara verkætlanini í norðurlendsku arkitektakappingini, tí hon bar ikki á mál, var heitt á Ósbjørn Jacobsen, arkitekt í Syðrugøtu, um at tekna ein býling inn í økið, sum kommunan átti. EM Ráðgeving í Saltangará fór síðani undir at neyvætla, og eftir tað var arbeiðið boðið út.

Hendan útstykkingin fer at nøkta tørvin í eina tíð, men Runavíkar kommuna er longu farin undir at fyrireika seg til framtíðina, eftir at grundstykkini í Leitinum eru seld.