HEIM
05.10.2015

8 sløkkiliðsmenn fingið “Dronningens fortjenstmedalje i sølv”

Í gjárkvøldið var hátíðarhald í kantinuni í skúlanum við Løkin, har 8 sløkkiliðsmenn vóru heiðraðir við "Dronningens fortjenestemedalje i sølv”.

Tað er nokk ikki so óvanligt at persónar fáa ein heiður fyri serliga drúgt arbeiðið, á sama arbeiðsstað.

Heldur óvanligt mann tað vera, at "Dronningens fortjenestemedalje i sølv” verður latin til 8 sløkkiliðsmenn, sum hava verið sløkkiliðsmenn í meira enn 40 ár.

Kommunurnar um Skálafjørðin sóu - í 1974 - tað neyðuga í at skipa sløkkilið, eftir at tað fleiri ferðir í sjeyti árinum høvdu verið eldar og óhapp og kommunurnar onga skipaða tilbúgving høvdu.

Á felags fundi 4. september 1974, var semja um at arbeiða við at fáa eitt felags sløkkilið fyri tær 4 kommunurnar, Skála-, Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu.
10. mai 1975 er komið so mikið áleiðis, at táverandi brunanevnd avgjørdi, at hvør kommuna sær skuldi útnevna sløkkiliðsmenn í eitt felags sløkkilið, sum skuldi nevnast Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið.
Kommunurnar gera skjótt av, og áðrenn mai mánaði er av, eru sløkkiliðsmenn útnevndir og útgerð og brandbilur bílagt.

Millum hesar sløkkiliðsmenn, sum tá vórðu útnevndir, eru 8 enn til dystin fús, og hava verið tað í fleiri enn 40 ár.

Sigast má, at hesir hava verið trúfastir í fólksins tænastu, útyvir tað vanliga.

Væl av sløkkiliðsfólki og familju var samla til hátíðarhaldi í kantinuni í skúlanum við Løkin, har formaðurin í Tilbúgvingarnevndini, Jóhannes Danielsen, fekk loyvi at prýða teir við stóra heiðrinum "Dronningens fortjenestemedalje i sølv”. Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari fluttu eisini fram røðu.

Hjartaliga tillukku.