HEIM
13.05.2015

8 føroyskir stuttfilmar í Runavík 14. mai kl. 18 og 20

Hóskvøldið 14. mai verður høvið at síggja 8 føroyskar stuttfilmar á stórskýggja í Løkshøll í Runavík. Tað er Bókasavnið við Løkin saman við Jan Berg Jørgensen frá Klippfisk, sum skipa fyri filmskvøldinum. Sigga Vang luttekur eisini, og fer at greiða frá filmunum, sum vera vístir. Møguliga vitjar onkur filmsstjóri eisini. Bókasavnið bjóðar ókeypis drekkamunn og eitt hugnaligt umhvørvi.

Føroysk filmframleiðsla er veruliga farin at spretta og spíra hesi seinnu árini. Alsamt fleiri nýggir stuttfilmar eru framleiddir, sum eisini hava vunnið altjóða heiðurslønir. Hetta hevur skapt eitt støðugt vaksandi føroyskt filmsumhvørvi. Tí er hetta eitt kærkomið høvið hjá mongum, at fáa innlit í hvar føroysk filmframleiðsla er stødd í løtuni.

Filmskvøldið er býtt í tveir partar.
Fyrru filmarnir verða sýndir frá klokkan 18.00 til 19.15.
Seinnu filmarnir verða sýndir frá klokkan 20.00 til 21.15.

Filmarnir eru:

Gongdin (5:46) – Felags verkætlan í Nollywood

Gerandisdagur (5:51) – Petra Eliasdóttir Mikkelsen

Sum einglar vit falla (27:00) – Maria Winther Olsen

Kom og dansa (14:00) – Andrias Høgenni

Podróznik (4:48) – Franklin Henriksen

STEÐGUR

Det mand ikke taler om (25:00) – Andrias Høgenni

Munch (15:00) – Jónfinn Steenberg

Skuld (30:00) – Heiðrik av Heygum

Atgongumerkir fáast við dyrnar.

Kostnaðurin er Kr. 80,- fyri eina sýning og kr. 100,- fyri báðar sýningarnar.