HEIM
29.08.2017

43 grundstykki til sølu

Á heimasíðu Runavíkar kommunu (far inn á bygging + tøk grundstykkir) ber til at síggja hvørji og hvussu mong grundstykki eru tøk og til sølu í kommununi. Har sæst eisini hvør kostnaðurin er.

Tey 43 tøku grundstykkini eru býtt soleiðis ímillum bygdirnar:

    • 4 í Funningi
    • 7 í Funningsfirði
    • 3 í Oyndarfirði
    • 2  í Skálafirði
    • 8  á Skála
    • 4 á Skipanesi
    • 7  í Søldarfirði
    • 5  í Lamba
    • 1  í Saltangará
    • 2  í Æðuvík

 Áhugað kunnu seta seg í samband við Runavíkar kommunu á tlf. 417000 ella 417028 (Eyðun Rasmussen).

Annars er støðan í grundstykkjamálinum í Runavíkar kommunu hon, at 16 grundøkir í Saltangará verða tøk fyrsta dagin, tá útstykkingin/matrikuleringin er endaliga liðug. Ætlanin um møguleikan, fyri at byggja í Leitinum omanfyri Blikagøtu í Saltangará/Runavík, verður nú detailprosjekterað, og væntandi kann farast undir eina størri ætlan nakað fram í 2018, har rúm verður fyri 85 búeindum.

Arbeitt verður í løtuni við eini útstykkingarætlan í Kass í Rituvík. Runavíkar kommuna eigur økið, og rúm verður fyri 9-10 grundstykkjum. Samráðingar eru eisini í løtuni við Búnaðarstovuna um keyp av lendi á Skála, frá Hórheiðum og úteftir (suðureftir), har ætlanin er at fremja eina útstykking við rúmi fyri áleið 12 búeindum.

Tey, sum ynskja at vita meiri um tøk grundstykki í Runavíkar kommunu, kunnu fara inn á leinkjuna:

Tøk grundstykkir