HEIM
25.02.2011

30 og 25 ára starvsdagar

Mikudagin 23. feb. var hátíðarhald fyri Hanus Heinesen og Herman á Líknargøtu, sum hava havt 30 og 25 ára starvsdag hjá Runavíkar kommunu.

Hanus Heinesen, sum hevði 30 ára starvsdag byrjaði hjá Skála kommunu og hevur m.a. arbeitt sum havnafúti og arbeiðsformaður. Herman á Líknargøtu hevði 25 ára starvsdag, og hevur hann arbeitt sum vatnmeistari hjá Runavíkar kommunu øll 25 árini.