HEIM
26.01.2012

30 ára starvsdagur

Dánial Martin Hansen úr Elduvík hevur valt at gevast sum gravari aftaná at hava røkt starvið í 30 ár. Í tí sambandi varð mikudagin 25/1 skipað fyri eini hugnaløtu í skúlanum í Elduvík, har hann varð heiðraður. Borgarstjórin Magnus Rasmussen bar fram røðu og aftaná handaði hann Dánial Martin eina gávu frá kommununi. Gávan var ein málningur av Elduvíkar bygd sum Hilmar J. Højgaard hevur málað.
Kommunan takkar fyri gott samstarv.

Sí fleiri myndir í myndafrásagnum.