HEIM
02.05.2013

25 ára starvsdagur

1. mai hevði Beinta Olsen 25 ára starvsdag, sum skrivstovukvinna hjá Runavíkar kommunu. Í tí sambandi varð mikudagin skipað fyri eini hugnaløtu, har hon varð heiðrað. Magnus Rasmussen, borgarstjóri bar fram røðu og aftaná handaði hann Beintu eina gávu frá kommununi. Gávan var ein málningur av Rituvík, sum Sámal Toftanes hevur málað.
Kommunan takkar fyri gott samstarv.

Myndarøð: {264D8B4A-44A8-4B01-98D6-F9E9054ACBC9}