HEIM
12.12.2017

25 ára starvsdagar á Mýrunum

Seinrapartin mánadagin var samkoma hildin í Barnagarðinum á Mýrunum. Høvið var, at tær báðar Jastrid Weihe og Sólgerð Joensen, sum búgva ávikavíst í Runavík og í Lamba, í hesum døgum hava virkað á ansingarøkinum fyri Runavíkar kommunu í fjórðingsøld – í hálva øld tilsamans. Tað var Kongshavnar Kvinnufelag, við hini eldhugaðu Elsu Súsonnu Jacobsen sum forkvinnu, og mongum øðrum kvinnum her um leiðir, sum loysti ansingarmálið úr lagdi frá byrjan. Tær bygdu hitt trivaliga húsið – sum seinri er mest kent sum Posthúsið í Heiðunum – og í kjallaranum høvdu tær vøggustovu og barnagarð. Kongshavnar Barnagarður. Seinri tók Runavíkar kommuna yvir, Kvinnufelagið seldi húsini, og keypti eini onnur, eini sethús, ímillum Glyvra Bio og Missiónshúsið á Glyvrum. Har húsast tær framvegis.

Jastrid og Sólgerð hava verið somikið leingi í starvi, at tær báðar hava virkað í kjallaranum, har sum Kongshavnar Barnagarður einaferð helt til, - har sum Posta nú heldur til við sínum virksemi. Eftir okkurt rend, m.a. í Dagrøktini, hava báðar í mong ár virkað í Barnagarðinum á Mýrunum. Jastrid Weihe sum leiðari og Sólgerð sum námsfrøðingur.

Trivnaðarleiðarin hjá Runavíkar kommunu, Jákup Foldbo, flutti fram røðu teimum til heiðurs, og borgarstjórin heilsaði teimum báðum og handaði teimum gávur í sambandi við merkisdagin. Síðani vóru køkur og kaffi at fáa hjá øllum teimum, ið høvdu leitað sær inn á gólvið at heilsa uppá tær báðar. Tað borgar fyri stabiliteti, í hesum neyðturviligu størvum, skal vælferðarsamfelagið virka til fulnar, at starvsfólkið trívist so væl, sum tær báðar Jastrid og Sólgerð hava gjørt øll hesi árini. Jastrid hevur nú sjálv valt at fara úr leiðarastarvinum, saknur verður í henni, men hon ætlar at royna okkurt annað, tey árini hon hevur eftir á arbeiðsmarknaðinum. Runavíkar kommuna takkar teimum hjartaliga fyri hesi 25 árini tær hava dugnað henni og foreldrunum at øllum teimum børnum, tær so frágera væl hava havt undir hond øll hesi árini.