HEIM
25.05.2009

25 ár fyri Sluppina Høganes

Felagið Høganes heldur í næstum 25 ára dag við kvøldsetu og framsýning í Býráðshøllini í Runavík. Haldið verður hóskvøldið 4. juni 2009 kl. 19.30

Í samband við at felagið Høganes hevur 25 ár á baki í ár, verður skipað fyri forvitnisligari framsýning um sluppina Høganes, og fyri kvøldsetu fyri limum og innbodnum hóskvøldið 4. juni. Høvi verður eisini at tekna seg sum lim við dyrnar.

Felagið Høganes hevur til endamáls at varðveita sluppina Høganes, sum varð bygd í Onglandi í 1885 sum "James Spurgeon". Hon varð seld til Íslands í 1897, har hon fekk navnið "Skarphjeðinn" og kom síðani til Føroya í 1917. Sluppin varð umbygd í 1948 og fekk tá navnið "Høganes". Skipið hevur sostatt eina fjøltáttaða søgu, sum fevnir um gongdina í føroysku fiskivinnuni, og sum á serstakan hátt umboðar yvirgangstíðina frá slupptíð til nútímans skipavinnu. Í 1984 var ætlanin at beina skipið burtur, men áhugað fólk tóku seg saman í felagið Høganes, og keyptu skipið, við tí fyri eyga at umvæla og varðveita tað fyri eftirtíðina sum minni um eitt skeið í føroyskari sjófarasøgu.

Hesi 25 árini síðani felagið varð stovnað, hava verið merkt av áhaldandi royndum at umvæla skipið og royndum at finna henni eitt varandi stað at vera. Í báðum førum er tó langt eftir á mál - hóast nógv er gjørt hesi árini, og skipið eisini hevur verið til stóra gleði fyri økið kring Skálafjørðin, har hon hevur ligið við bryggju, m.a. hevur skipið tænt sum karmur um mentunarvirksemi av ymsum slagi.

Dreymurin hjá felagnum hevur alla tíð verið at fáa skipinum innivist á einum sjógripasavni, men í løtuni hevur átrokandi umvæling fremstu raðfesting. Arbeitt verður tí við at fáa sett sluppina á land, so ein munagóð umvæling kann byrja sum skjótast. Í løtuni verður skipið hampað fyri summarið, men vónandi gongur ikki alt ov long tíð, áðrenn tað kann takast upp á land.

Á kvøldsetuni 4. juni verður høvi at síggja framsýning við myndum, sum lýsa søguna hjá sluppini og arbeiðið við at varðveita hana. Petur Steingrund fer at framføra Høganes-sangin, sum hann sjálvur hevur yrkt og sett lag til og borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simonsen, fer at hugleiða um sína fyrstu ferð til skips - sum var við Høganesi í 1955. Eisini verður felagssangur og høvi at bera fram heilsanir. Ein drekkamunnur við lagkøku afturvið, verður eisini at fáa.

Felagið vónar at síggja nógv til hesa hugnaløtu, sum verður fyriskipað í samstarvi við Runavíkar Býráð.