HEIM
21.09.2007

2 nýggir barnagarðar í Runavíkar kommunu.

Mynd: Barnagarðin á Velbastað, sum í sniði líkist nýggju barnagørðunum.

Leygardagin 22. september verður spakin settur í fyri bygging av 2 barnagørðum í Runavíkar Kommunu, annar í Søldarfirði og hin á Skála.

Í sambandi við, at spakin verður settur í, verður høvi at síggja tekningar, sum hanga uppi í skúlunum í bygdunum báðum. Eisini verða røður hildnar og kommunan bjóðar ein drekkamunn.

Byrjað verður hesar tíðir:
· Á Skála kl. 13.30 (millum skúlan og tannlæknastovuna)
· Í Søldarfirði kl. 15.00 (á Lygnesi, sunnan fyri Essuna)

Tað er Sp/f Búsetur, sum skal gera báðar barnagarðarnar, sum Palli Gregoriussen hevur teknað. Teir verða eins og bygdir samstundis. Farið verður undir byggibúningina beinan vegin, og væntandi verður klárt at byggja uml. 1. november í ár. Kostnaðurin verður uml. 11 mió fyri hvønn stovn. Eftir ætlan tekur byggingin 18 mánaðir, og verða stovnarnir sostatt klárir at taka í brúk á sumri 2009.

Á hvørjum stovni eru 4 stovur, hvør við plássi fyri 18 barnagarðsbørnum. Verða stovurnar brúktar til vøggustovubørn, er pláss fyri 12 børnum í hvørjari. Umframt stovurnar eru eru felagsrúm, starvsfólkarúm og útiøki, so har skuldu verið góðar umstøður, bæði hjá børnum og starvsfólki.