HEIM
30.09.2019

12,5 tons av ruskið

Tá Rudda Føroyar var tann 21. September 2019, vóru samskiparir til ruddingardagin í Funningsfirði og á Skála.
Runavíkar Kommuna syrgdi fyri at ruskið bleiv heinta og vigað, og at tey í luttóku fingu morgunmat.

Í báðum bygdunum møttu uml. 15-20 fólk upp til ruddingina.

Á Skála var ruddað við gamla vegin og niðri í fjøruni, og í Funningsfirði var rudda í fjøruni á vestaru síðu.

Hendan dagin bleiv 12,5 tons av ruskið samlað í Funningsfirði og á Skála.
Hetta er ein stórur partur av teimum 27,5 tonsunum av ruskið, sum kom inn fyri alt landi.

Runavíkar Kommuna vil takka borgarunum ið luttóku, fyri eitt megnar arbeiði.

 

Rudda Føroyar
15. septembur 2008 fór fyrsti samskipaði ruddingardagurin hjá Let’s Do It World av bakkastokki í Estlandi. Í 2018 vóru Føroyar við á fyrsta sinni til altjóða ruddingardagin. Tá var tað bert Funningsfjørður, ið var við úr Runavíkar Kommunu.
Føroyar teljast millum tey 150 londini, ið luttaka á altjóða ruddingardegnum.

Meir kunning um Rudda Føroyar átakið finnur tú á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar, har tú longu nú, kanst melda teg sum samskipara til næsta ár.