HEIM
03.02.2010

100 ára føðingardagur á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi

Sunnudagin 7. februar 2010 verður Jógvan Davidsen, Elduvík, 100 ára gamal.

Í hesum sambandi verður "opið hús" á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi 07. februar millum kl. 15 og 17, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað er familjan, Eysturoyar Røktar-og elisheim og Runavíkar kommuna ið skipa fyri hátíðarhaldinum.

Hetta sama tíðarbil eru eisini almenn umboð, stýrislimir og umboð fyri bý-og bygdaráðini í Eysturoynni boðin at heilsa honum.