HEIM

Í kvøld var frumframsýning av leikinum Bugsy Malone í Løkshøll. Tað eru 10. floks næmingar úr Tofta og Runavíkar skúlum, sum framførdu leikin sum part av verkætlanini í 10. flokki.

Næmingarnir vístu við leikinum fjølbroyttar dygdir, tey spældu sjónleik, sungu, dansaðu og spældu tónleik, smíðaðu pall og gjørdu búnar, og skipaðu fyri marknaðarføring av leikinum.

Noomi Reinert og Ásbjørn Berthelsen lærarar høvdu høvuðsárbyrgdina av leikinum.

Tað var ein sonn fragd at síggja og hoyra fjøldina av ungum og dugnaligum næmingum. Leikurin var fjølbroyttur og sera nógv hendi á pallinum. Sangirnir vóru fangandi, og stuttligu løturnar nógvar.

Leikurin verður sýndur 1. til 5. februar hvørt kvøld kl. 19.00, atgongumerki eru til keyps á www.loksholl.fo.

Myndir: Birita Hansen