HEIM

Svarta talva

Á svørtu talvu verður lýst og kunnað um ymiskt, sum t.d. drekkivatnsroyndir, undantaksloyvir, býarplansbroytingar v.m.

 

KUNNGERÐ um serstaka byggisamtykt fyri íbúðarbygging Úti á Fløtum á Skála

 

 

Kunngerð um broyting av Byggisamtyktini og Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

 

Dan M. Olsen, Rituvík, hevur fingið loyvi at taða í Oyndarfirði frá 15/3 - til 1/10-2019.

- Taðingarmongdin íalt verður í mesta lagið 100 tons

- Areal, sum taðað verður er sambært umsókn 3,04 hektar

- Tíðarskeiðið, sum loyvi verður givið í, er frá 15/3-19 til 01/10-19

Øll krøv í Kunngerðarsavnið, hefti 23A frá 30. mai 2012 eru galdandi

 

 

Magnus Rasmussen og Niels Weihe, Lamba hava fingið loyvi at taða á økið á Hvíturð, matr. nr. 90a, markatalsbygd nr. 72 frá  15/3 til 15/10-2019.

Loyvi verður givið til fylgjandi:

- Taða øki svarandi til 1,5 ha, liggur framvið Hústoftvegnum, sí markeraða øki á mynd niðanfyri.

- Taðingarmongdin íalt verur í mesta lagið 93 tons.

- Tíðarskeiði sum loyvi verur givið í, er frá 15/3-19 til 15/10-19

Øll krøv í Kunngerðarsavnið, hefti 23A frá 30. mai 2012 eru galdandi

 

 

Claus Højgaard, Rituvík hevur fingið loyvi at taða í Rituvík frá 26/4 - 15/10-2019.

Runavíkar kommuna boðar frá, at loyvi er givið til at taða, sum víst á viðlagda korti

- Tíðarskeiði, sum loyvi verur givið í, er frá 26/4-19 til 15/10-19

- Frástøða til vatnverkið skal vera minst 50 m.

Øll krøv í Kunngerðarsavnið, hefti 23A frá 30. mai 2012 eru galdandi