HEIM

Svarta talva

Á svørtu talvu verður lýst og kunnað um ymiskt, sum t.d. drekkivatnsroyndir, undantaksloyvir, býarplansbroytingar v.m.

 

Kunngerð um serstaka byggisamtykt fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 30.04.2018 hevur samtykt broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Serstaka byggisamtyktin umfatar:

Ásetingar og treytir fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum

Serstaka byggisamtyktin er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 11. mai 2018 til 22. juni 2018.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2018.

Serstøk byggisamtykt fyri nýggja Glyvra kirkju

Glyvra Kirkja 3D perspektiv

Glyvra kirkja Støðumynd

 

Runavíkar kommuna

 

 

Loyvi at taða í Oyndarfirði

Vísandi til umsókn móttikin 15. februar 2018 (matr. nr. 13a (230)oyndarfjørður, sí mynd)

Runavíkar kommuna boðar frá, at loyvi verður givið til fylgjandi:

- Taðingarmongdin íalt verður í mesta lagið 100 tons
- Vídd sum taðað verður, er sambært umsókn 6,00 hektar
- Tíðarskeiðið, sum loyvi verður givið í, er frá 15/3-18 til 01/10-18

 

Loyvi at taða, Uttan Gjógv, Skála

Umsókn móttikin 20. mars 2018 (mat.nr. 545a Skála, sí mynd)

Runavíkar kommuna boðar frá, at loyvi verður givið til fylgjandi:

- Taðingarmongdin íalt verur í mesta lagið 15 tons
- Areal sum taða verður er sambært umsókn umleið 2,3 hektar
- Tíðarskeiði, sum loyvið verður givið í, er frá 21/3-18 til 01/5-18

 

Loyvi at taða í Lamba:

Ludvík við Stein hevur fingið loyvi at taða í Lamba.

Loyvi verur givið fyri fylgjandi:

-              Taða øki svarandi til 1,9 ha, sum víst á viðhefta skjali pdf -Taðingarøkið í Lamba
-              Taðingarmongdin íalt verur í mesta lagið 118 tons
-              Tíðarskeiði sum loyvi verur givið í, er frá 4/4-18 til 15/10-18

Øll krøv í Kunngerðarsavnið, hefti 23A frá 30. mai 2012 eru galdandi

 

Loyvi at taða í Lamba:

Magnus Rasmussen hevur fingið loyvið at taða  á øki á Matr. Nr 90a, Markatalsbygd nr 72.

Loyvi verur givið fyri fylgjandi:

- Taða øki svarandi til 1,5 ha, liggur framvið Hústoftvegnum, sí markeraða øki á mynd pdf- Taðiangarøkið við Hústoftvegin
- Taðingarmongdin íalt verur í mesta lagið 93 tons.
- Tíðarskeiði sum loyvi verur givið í, er frá 17/4-18 til 15/10-18

Øll krøv í Kunngerðarsavnið, hefti 23A frá 30. mai 2012 eru galdandi