HEIM

Skúlar

Í Runavíkar kommunu eru hesir skúlar:

-Runavíkar kommunuskúli, sum húsast í Skúlanum við Løkin og í Glyvra skúla.
-Skála skúli
-Oyndarfjarðar skúli

Skipanin hjá skúlunum er, at kommunan rindar fyri rakstur av skúlabygningum, undirvísingartilfar og lønir til skúlavørðar og møguliga fyristing. Landið rindar lønir til leiðslu og starvsfólk á skúlanum annars.

Runavíkar kommunuskúli hevur forskúlatilboð til øll børn í forskúlaldri, og eru hesi staðsett í Glyvra skúla, í Skála skúla og í Oyndarfjarðar skúla. Forskúlarnir eru kommunalar, og rindar kommunan fyri rakstur av teimum og lønir til øll starvsfólk.

Í ymsum bygdum í Runavíkar kommunu eru skúlabygningar, sum tó ikki verða nýttir sum skúlabygningar í løtuni. Í flestu førum virka teir sum eitt slag av bygdahúsi fyri fólkini á staðnum.