HEIM

Skála

 

Bygdin Skála liggur við vestara arm á Skálafjørðinum.

Skála Skipasmiðja er størsta arbeiðsplássið á Skála. Her eru nógv skip í føroyska flotanum bygd. Harumframt verða nógvar umvælingar gjørdar á Skála Skipasmiðju, bæði føroysk og m.a. russisk skip verða umvæld á Skála.

Á hvørjum ári er bygdastevna á Skála, har fótbóltur og kapprógving eru ein týðandi partur av tiltøkunum.

Ovast í bygdini er ítróttarøki við ítróttarhøll og fótbóltsvølli.

Ein gongutúrur eftir bygdagøtuni millum Skála og Selatrað er verdur at royna.