HEIM

Ruskpláss

Í Runavíkar Kommunu eru ruskpláss í hesum bygdum:

Sí upplatingartíðir við at trýsta á bygdina.

 

Broyttar upplatingartíðir á ruskplássunum

Frá 5. til 24. oktober eru øll bingjuplássini í Runavíkar Kommunu opin soleiðis:

Mánadag - fríggjadag frá kl. 17 - 19
leygardag  frá kl. 14 - 19

Leiðbeining um burturbeining av leivdum frá slakti
Leivdir frá slakti, skulu í vanligu bingjurnar til burturkast at brenna á kommunalu bingjuplássunum. Vembur skulu verða tómar og allur innvølur í posa.

Av tí at tað dálkar umhvørvið at brenna seyðaskinn, verða fólk vinarliga biðin um at lata skinnini til endurnýtslu hjá teimum sum móttaka seyðaskinn.