HEIM

Runavík

 

Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin, fyrstu húsini vóru bygd í 1916. Bygdarnavnið Runavík varð alment tikið í brúk í 1938.   

Skúlin við Løkin í Runavík er størsti skúlin í kommununi.

Á ítróttarøkinum við Løkin er fótbóltsvøllur og Bylgjan, ið hevur bæði ítróttarhøll, og reiðskapshøll og estetiskan sal til fimleik. 

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum sera náttúruvøkrum umhvørvi við útsýni yvir Toftavatn. Í sama umhvørvi liggur Heimið á Mýrunum.

Eysturoyar Ellis- og Røktarheim er eisini í Runavík. 

Við Løkin í Runavík er gomul kornmylla bygd av nýggjum. Økið er sera vakurt og liggur beint við Hotel Runavík.

Frá Skúlanum við Løkin gongur sera nattúruvakra gøtan við Toftavatn, sum er gjørd í samstarvi við Nes Kommunu.