HEIM

Rottur

Lógin áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.

Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.

Hvussu verjir ein ogn sína á bestan hátt?
Burturkast og órudd uttandura eigur at verða burturbeint. Byggitilfar o.a. eigur at verða stáplað við frástøðu frá  lendinum so langt frá bygningum sum gjørligt.

Fóður og matleivdir eiga ikki at liggja og flóta uttandura. Tílíkt rusk eigur at verða gjørt til sankutøð ella at latast  ruskinnsavningini.

Slógv og burturkast frá slakti eigur at verða koyrt á  Kommunalu Brennistøðina.

Tveit ikki rusk í náttúruni!

Um tú hevur hønur ella annan flogfenað á ogn tíni, ella um  tú gevur fuglum ella villkøttum, mást tú ansa væl eftir  ikki at geva ov nógv. Vandin fyri rottum er í slíkum førum  stórur.

Gev ikki fuglum meiri enn etið verður ein dag. Fá tær  fóðurbretti til fuglarnar.

Innandura
Rotta sleppur inn gjøgnum hol, ið eru størri enn ein 2 króna:


Rivur og hol í bygningum eiga tískil at verða umvæld. Til dømis kunnu holini stappast við høsnaneti, áðrenn stoypt  verður.

Ventilatiónsristir eiga at vera festar væl og vera av tilfari, ið rotta ikki sleppur ígjøgnum. Hol í veggjum og múrum til  kaðalar, rør o.l. eiga at verða vard við høsnaneti ella plátu.
Hurðar og vindeygu til lofts- og kjallararúm, ið ikki verða nýtt, eiga at verða latin aftur.

Frárensl eiga at vera tøtt og brot eiga at verða umvæld  beinanvegin.

Hvussu veit ein, at vandi er á ferð?
Rotta er stygg og varlig og ger oftast um seg um náttina. Tí er ikki ofta, at fólk varnast livandi rottu. Sæst rotta í  dagslýsi, er tað tekin um, at nógv rotta er til.

Uttandura verður rotta ofta avdúkað av holum í lendinum. Í óbygdum øki er hol við grevstrartilfari ofta tekin um rottu. Eitt runt hol, uttan grevstrartilfar, nærhendis
kloakkleiðingum er ofta tekin um rottu og kloakkskaða.

Um rotta er leingi innandura, sæst farvegur á bjálkum, gólvi, veggjum og líknandi støðum. Rottan letur eftir seg  brúnliga slóð av landi og kertlavági. Rottan nýtir hesa slóð at miða seg eftir.

Um náttina kann skavan og krutlan á loftinum og millum skins og hold stava frá rottum, men oftast er tað bara tað rottan leggur eftir sær sum sæst – serliga trekkurin.

Føroyska rottan
Vanliga rottuslagið í Føroyum er brúna rottan, á látínskum Rattus norvegicus. Onkuntíð vitjar eisini svarta rottan,  Rattus rattus. Svarta rottan kemur við fremmandum
skipum, men megnar ikki at yvirliva leingi í føroyska  umhvørvinum.

Fráboðan
Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum.

Tí er umráðandi, at tann ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til Runavíkar kommunu. Skal rottutýningin eydnast til  fulnar, eigur fólk við serkunnleika at skipa fyri. Um tú hevur trupulleikar av rottum ella hevur sæð rottu,  skal tú venda tær til kommununa á tlf. 417000.  Kommunali rottufangarin setir seg síðan í samband við teg um vitjan.