HEIM

Rituvík

 

Rituvík er niðursetubygd frá 1873. 

Kirkjan í Rituvík varð vígd 18/12-1955. 

Minnisvarði er reistur á staðnum í 1975 yvir tey fyrstu 8 húskini, ið settu búgv har. Maðurin við hakanum vísir strevið við at velta upp úr nýggjum, og konan við stokkunum vísir á knossið við at virka klæðir úr ullini. Áskriftin er: "Tann kraft sum teimum treysti gav, var lít til Gud og land og hav".

Ein túrur eftir varðagøtuni úr Rituvík til Lamba er ein frálík uppliving. Varðagøtan byrjar ovast í bygdini. Gøtan er vælhildin og merkt við skeltum, gongupelum og varðum. Gongutúrurin tekur umleið 2 tímar.