HEIM

Oyndarfjørður

 

Oyndarfjørður er ein av heilt gomlu bygdunum í Føroyum. Skrivligar keldur frá 1300 talinum vísa, at Oyndarfjørður var hampuliga stór bygd longu tá. Fólkatalið er nú 163.

Kirkjan í Oyndarfirði er ein av gomlu trækirkjunum, ið enn standa uppi í Føroyum. Hon er frá út 1838. Altartalvan í kirkjuni er málað av kenda danska listamálaranum C.W. Eckersberg (1783-1853).

Rinkusteinarnir í fjøruni hava elvt til nógva hugsan, teir ridla altíð, eisini í góðum veðri.

Við áarbakkan mitt í bygdini síggjast tvey andlit útskorin í steinar.