HEIM

Ofta settir spurningar

Hvussu flyti eg bústað?

Fólk, ið skifta bústað, skulu boða fólkayvirlitinum frá í seinasta lagi 5 dagar eftir at flutt er:

 

  • FLYTING Í KOMMUNUNI

Fólk, sum skifta bústað í Runavíkar kommunu, skulu skrivliga boða fólkayvirlitinum hjá Runavíkar kommunu frá flytingini.

 

  • FLYTING FRÁ AÐRARI KOMMUNU Í FØROYUM TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU

Verður flutt frá aðrari kommunu í Føroyum til Runavíkar kommunu, skal flytingarskjal fyllast út á fólkayvirlitinum hjá Runavíkar kommunu, sum síðani boðar fráflytingarkommununi frá flytingini.

 

  • FLYTING ÚR NORÐURLANDI TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU

Verður flutt úr einum Norðurlandi til Runavíkar kommunu, skal flytingarskjal fyllast út á fólkayvirlitinum hjá Runavíkar kommunu.

 

  • FLYTING ÚR RUNAVÍKAR KOMMUNU TIL NORÐURLAND

Verður flutt úr Runavíkar kommunu til eitt Norðurland, skal boðast frá hesum í kommununi flutt verður til.

 

  • FLYTING ÚR ØÐRUM LANDI ENN NORÐURLANDI TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU

Verður flutt úr einum landi uttan fyri Norðanlond til Runavíkar kommunu, skal flytingarskjal fyllast út á fólkayvirlitinum hjá Runavíkar kommunu.

 

  • FLYTING ÚR RUNAVÍKAR KOMMUNU TIL ONNUR LOND ENN NORÐURLOND

Verður flutt úr Runavíkar kommunu til onnur lond enn Norðurlond, skal boðast frá til fólkayvirlitið hjá Runavíkar kommunu.

Hvussu skal eg bera meg at, fyri at fáa eitt grundstykki?

Áðrenn tú verður skrásettur á grundstykkjalistanum skal eitt gjald á kr. 3.000,-  gjaldast á eina av niðanfyristandandi konti: viðmerkt “grundstykkjalistin depositum”

BankNordik konto nr. 6460-112.036.2

Eik Banki konto nr. 9181-187.701.3

Samstundis verður váttað, at tú uppfyllir treytirnar í “Reglugerð fyri grundstykkjalistan hjá Runavíkar kommunu”, sum er at síggja niðanfyri.

Far til umsóknarblaðið her.

Sí tøk grundstykkir her.

 

Reglugerð fyri grundstykkjalistan hjá Runavíkar kommunu         

  1. Frá  01.06. 2014 skulu allar umsóknir til grundstykkjalistan verða skrivligar.
  2. Umsóknin verður sett á grundstykkjalistan, tá  umsøkjarin hevur goldið kommununi tað til eina og hvørja tíð ásetta depositum.
  3. Fyri at vera settur á listan, skal umsøkjarin vera
    • Fyltur 18 ár
    • Ikki eiga kommunalt ella privat grundøki í Runavíkar kommunu ella vera giftur ella samlivi við persón, ið eigur slíkt grundøki
    • Hava inngoldið kr. 3.000,- í depositum. Upphæddin verður trekt av søluprísinum fyri grundøkið, tá hetta verður útlutað
    • Velur umsøkjari av eini ella aðrari orsøk at lata seg strika av aftur listanum, verður upphæddin goldin aftur uttan rentur.
  4. Umsøkjari, ið stendur fremst á listanum, fær fyrst boðið grundøki.
  5. Umsøkjari, sum sambært grundstykkjalistanum fær boðið kommunalt grundøki, men ikki hevur møguleika at taka av tilboðnum, kann, um hann ynskir tað, varðveita plássið á gundstykkjalistanum. Hetta kann tó bert gerast tvær ferðir, og verður umsøkjarin strikaður av listanum, um hann ikki tekur av triðju ferð.
  6. Um umsøkjari ella hjúnafelagi/samlivari eiga hús, tá hann søkir um ella fær tilboð um kommunalt grundøki, kann hann ikki fáa játtað grundøki frá kommununi, fyrrenn váttan fyriliggur uppá at húsini verða seld.
  7. Nevndu reglur verða at galda fyri grundstykkjalistan hjá Runavíkar kommunu, og verða stýrdar umsitingarliga.
  8. Møgulig frávik frá reglunum kunnu bert góðtakast, tá talan er um serstakar grundir, og skal Byggi- og býarskipanarnevndin í hvørjum einstøkum føri góðkenna hesi.

Hvat geri eg í samband við jarðarferðir?

Boðast skal frá til gravaran, Børge Lamhauge, tlf. 223603 skjótast møguligt, og áðrenn jarðarferðin verður kunngjørd.

Kommunan bjóðar líkbil um hetta ynskist. Neyðugt er at gera avtalu um, nær kistan skal koyrast. Líkvognurin v/Maggi Olsen tlf. 22 52 27 / 44 79 62.

Lána flagg og/ella flaggstong ?

Møguligt er at lána fløgg frá kommununi. Tey fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna.

Eisini er møguligt at lána flaggstong við fóti. Avtalað um hetta verður gjørd við arbeiðsformannin á tlf. 237056.

Tað er ókeypis at lána flagg og flaggstong, men ein má sjálvur skipa fyri koyring av flaggstong, sum krevur bil við krana.

Í samband við andlát rindar kommunan fyri koyring.

Hvussu kann ein fáa frípláss á barnaansingarstovnum?

Foreldur, ið hava børn í kommunalu ansingarskipanini, kunnu søkja kommununa um frípláss. Umsóknarblað verður útfylt og latið saman við inntøkuupplýsingum v.m. sí kunngerð og útrokningartalvu.  Umsóknarblað fæst á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni undir “Oyðubløð”.

Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.

Foreldrini hava skyldu at boða kommununi frá, um broytingar í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum sum ávirka játtanina.

Hvussu og hvar kann eg fáa bátapláss?

Tey ið ynskja bátateym í Funningsfirði, Oyndarfirði, Skálafirði, Skála, Søldarfirði, á Glyvrum og í Runavík biðjast venda sær til Runavíkar havn á tlf. 447015 ella á teldupostinum port@runavik.fo