HEIM

NSÍ

Nes Sóknar Ítróttarfelag varð sett á stovn 24. mars 1957.

Við sínum meira enn 600 limum telist NSÍ í dag millum størstu ítróttarfeløg í landinum. Umframt øll tey mongu, sum íðka ítrótt í NSÍ, er eisini eitt ótal av sjálvbodnum hjálparfólkum, sum virka fyri, at virksemið kann haldast á høgum stigi.

Hesi eru millum annað foreldur, sum gera ein stóran innsats við at hjálpa til á ymsan hátt, eitt nú við at koyra børnini til dystir, sum eru á útivølli. Gloymast skulu heldur ikki trúgvu viðhaldsfólkini, ið kring landið eru kend fyri sín góða hugburð og dygga stuðul, tá NSÍ spælir sínar dystir.

Nes Sóknar Ítróttarfelag
Postrúm 173
FO-600 Saltangará
Tel. 44 99 09
Fax 44 99 19
nsi@nsi.fo
www.nsi.fo