HEIM

Musikkskúlin

Nes Sóknar Musikkskúli
FO 665 Skipanes
Tel: 212327 (441533)
Fax: 44 72 70
nsmus@post.olivant.fo

Leiðari: Jóhan Mortensen.

Stutt kunning til foreldur og næmingar
NES SÓKNAR MUSIKKSKÚLI
Nes Sóknar Musikkskúli er ein musikkskúli, sum Runavíkar Kommuna og Nes Kommuna eru saman um.

Leiðarin í Nes Sóknar Musikkskúla er Jóhan Mortensen - tlf. 212327.

Deildarleiðarin á Skála er Arnfríð Thomsen - tlf. 278849

Musikkskúlin hevur eina kommunala musikkskúlanevnd, ið er mannað við kommunalpolitikarum úr báðum kommununum. Musikkskúlanevndin og musikkskúlaleiðarin hava vanliga tveir fastar fundir um árið.

Formaður í kommunalu musikkskúlanevndini er Torbjørn Jacobsen - tlf. 448380.

Hvør fíggjar ?
Fíggjarliga verður musikkskúlin skipaður á tann hátt, at land og kommunur gjalda hvør sína helvt av kostnaðinum. Í okkara føri eru tvær kommunur um musikkskúlan, og tær bera hvør sín part av kommunalu útreiðslunum - eftir nærri avtalum og ásetingum.

Hvussu við tilmelding ?
Tað ber alla tíðina til at tekna seg sum næming í Nes Sóknar Musikkskúla. Kortini er tað soleiðis, at musikkskúlin hevur eitt ávíst tal av tímum at ráða yvir, og tískil sleppur bert eitt ávíst tal av næmingum framat í senn. Tað ber tó til at seta seg á bíðilista.

Næmingarnir melda seg til hjá musikkskúlaleiðaranum. Telefonnummarið er 212327 , og teldupostadressan er johan.mortensen@skulin.fo

Næmingagjald
Tað kostar at ganga í musikkskúla. Næmingagjaldið verður kravt inn eina ferð hvørt hálvár. Kommunala musikkskúlanevndin ásetir støddina á næmingagjaldinum.

Ein næmingur, sum fær undirvísing í ein hálvan tíma um vikuna, skal hvørt hálvár gjalda 400 kr í næmingagjaldi. Systkin gjalda tó 350 kr fyri hvørt hálvár. Er undirvísingin minni enn hálvan tíma hvørja viku, verður lutfalsliga minni goldið.

Hvørji krøv skulu musikkskúlalærararnir lúka ?
Eftir teimum reglugerðum, sum føroyski musikkskúlin gongur eftir, skulu allir musikkskúlalærararnir hava prógv frá musikkkonservatorium ella líknandi  hægri útbúgving. Flestu lærararnir lúka hesar treytir, men onkutíð stendur á at fáa fult útbúnan lærara í starv, og tá verður egnaður vikarur settur í staðin.

Tað er annars Martin Mouritsen, landsmusikkskúlaleiðari, ið søkir eftir neyðugu lærarunum til allan tann føroyska musikkskúlan.

Hvørjum ljóðførum verður undirvíst í ?
Vanliga ber til at ganga til undirvísing í hesum ljóðførum:

Klaver, Violin, Tvørfloytu, Guitar, Bassguitar,  Cello,  Saxofon,   Klarinett,   Horn og   Trummum

Fleiri næmingar spæla eisini í samanspælsbólkum av ymsum slag.

Hvussu við ljóðførum ?
Teir næmingar, ið spæla violin, cello, tvørfloytu, klarinett, saxofon og horn sleppa at lána ljóðførið frá Nes Sóknar Musikkskúla. Higartil hava næmingarnir einki goldið í leigu fyri at sleppa at brúka ljóðførini. Kortini verður kravt, at lániskjal verður undirskrivað av foreldrum ella verja, sum so hava ábyrgdina av, at næmingurin fer væl við ljóðførinum, soleiðis at tað kann latast musikkskúlanum aftur í góðum standi.

Konsertir
Í høvuðsheitum eru tvær konsertir um árið - ein jólakonsert í desember og ein várkonsert síðst í mai mánaði.

Annars roynir musikkskúlin at vera við í ymsum mentanarligum tiltøkum í økinum .

Undirvísingarstøð
Vanliga verða hesir skúlar brúktir sum undirvísingarstøð:

                                            Skúlin á Toftum

                                            Skúlin við Løkin

                                            Skúlin á Glyvrum

                                            Frískúlin Keldan

                                            Skúlin á Skála

 
Undirvísingartíðir
Onkrir musikkskúlalærarar undirvísa í vanligari skúlatíð, meðan aðrir undirvísa aftaná. Tá næmingar verða undirvístir í vanligari skúlatíð, skiftir undirvísingartíðin hjá teimum frá viku til viku, soleiðis at teir ikki hvørja ferð forsøma somu lærugreinina í fólkaskúlanum. Næmingarnir fáa uppmøtingartalvu at ganga eftir. Vanliga fær ein næmingur undirvísing í ein hálvan tíma hvørja viku.

Musikkskúlin hevur somu frídagar sum fólkaskúlin. Umframt tað leggur musikkskúlin tveir fastar frídagar árliga.

Lærarar í musikkskúlanum
Monika S. Joensen, violin, tlf. 274956
Nikolaos Kapnas, violin, tlf. 217321
Katja Volovelskaja, tvørfloyta, tlf. 254621
Tóri Restorff Jacobsen, cello, tlf. 588400
Heðin Kambsdal, klaver, tlf. 222421
Ann-Kristin D. Hansen, klaver og teori, tlf. 214433
Oddur Hentze, klarinett og saxofon, tlf. 297291
Kenneth Jones, horn, tlf. 287850
Torleik Mortensen, bassguitar, tlf. 263002
Agnar Lamhauge, bassguitar og guitar, tlf. 597990
Petur Martin Johannesen, klaver, tlf. 559972
Rúni K. Mouritsen, trummur, tlf.271583
Herluf Lützen, guitar, tlf. 227680