HEIM

Morsninglar

Týning av morsniglinum – Góð ráð frá gartnaranum

Nógvastaðni í Runavíkar kommunu er morsnigilin “Arion lusitanicus” rættuliga komin fyri seg. Hann heldur serliga til í óslignum grasið, undir steinum o.a. staðni, har hann er vardur um dagin og kemur fram um kvøldarnar og dagar við regni og nógvari vætu í luftini.

Morsnigilin kann fara rættuliga harliga fram í urtagørðum og eta stórar mongdir av grønum plantum, sum eru gróðursettar til annað endamál enn til sniglaføði. Tað er serliga tær stóru mongdirnar av sniglum, sum gera, at hann sæst so væl og kann gera so stóran skaða.

Tað eru fleiri hættir at týna snigilin. Her eru nakrir hættir, sum kunnu brúkast um ikki annað til at halda talinum niðri:

  • Gift: Ferramol og onnur sniglagift, sum fáast í handlunum. At leggja út við jøvnum millumbilum 3. til 5. hvørja viku. Les mannagongd á pakkanum fyri at fáa besta úrslit.
  • Slá tað síða grasið. Tað kann vera grannin, sum ikki slær grasið so ofta, ella ósligin bøur, sum snigilin nørist og trívist í. Tað hevur við sær, at tað blívur so nógv til av honum, at hann ferðast inn í urtagarðarnar, har hann ikki er ynsktur. Um grasið verður sligið og koyrt vekk, verður umhvørvið turt, og hann fer ikki at kunna nørast líka væl. Síðani kann gift leggjast út.
  • Fellur: Ymiskar sniglafellur kunnu fáast til keyps, eisini kann tað vera ein krukka ella annað ílat. Sniglagift ella øl verður vanliga koyrt í fellurnar. Í staðin fyri øl ber til at gera eina blanding av ger, sukur og vatn. Fellurnar verða so tømdar, so hvørt sum tær fyllast og nýggj gift, øl ella gerblanding koyrd í.
  • Uppsamling av sniglum: Hetta gerst best um kvøldarnar. Samla sniglar upp við handskum í eitt ílat, koyr kókað vatn út yvir, klipp við saksi, salta ella forkom teimum á annan hátt.
  • Salt: Eina lummalykt og eina saltbússu. So út at ganga túr í lendinum um kvøldið. Tá hetta er gjørt, er at taka ein túr á sama hátt einaferð afturat, tí tá eru aftur fleiri komnir fram. Eftir nøkur kvøld á hendan hátt, minkar talið. Tað má tó endurtakast við jøvnum millumbilum.
  • Húsdjór: Moskusdunnur og hønur eta sniglarnar. Eitt par av moskusdunnum ella ein lítil høsnaflokkur heldur sniglunum vekk har tey ganga.
  • Aðrir sniglar: Vínfjallasnigil “Helix pomatia” etur ikki planturnar í garðinum, men livir av sniglaeggunum hjá morsniglinum. Leopardsnigil “Limax maximus” tað sama. Meira kann lesast her: http://www.jenskjeld.info/DK_side/leopardsnegl.html
  • Froskar sigast eisini at taka sniglar. Eru m.a nokkso vanligir í Nólsoy og aðrastaðni har teir eru settir út, sum halatussi ella smáfroskar.

Búgvi Róin, gartnari hjá Runavíkar kommunu