HEIM

Lamba

 

Lamba er gomul søgulig bóndabygd, nevnd í 1350, men kann væl vera eldri. 

Tá talað verður um bygdina Lamba kemst ikki uttan um "Norsku Løvu". Hetta var ein donsk bark, sum nýggjársaftan í árinum 1707 í ódnarveðri rak á land og fórst í briminum út fyri Lamba. Øll manningin bjargaðist, og skal tað vera ein av manningini, sum yrkti vísuna "Norske Løve". Skipið skuldi reka inn á eina gjógv og smildrast, og eitt omanlop skuldi leypa oman yvir gjónna, og skipið skuldi hvørva í omanlopinum.

Ein túrur eftir varðagøtuni Lamba-Rituvík er ein fín uppliving. Túrurin byrjar niðri í bygdini. Gøtan er vælhildin og merkt við gongupelum og varðum. Gongutúrurin tekur umleið 2 tímar. Á Kunningarstovuni ber til at ogna sær ein gongufaldara, har m.a. túrurin Lamba-Rituvík verður lýstur.