HEIM

Laksatorgið

Laksa- og Sølutorgið er vorði eitt afturvendandi tiltak í Runavík. Tiltakið verður hildið á torginum sunnanfirði býráðshúsið.

Byrjað var við hesum útitiltaki fyri nøkrum árum síðan og er hetta einasta tiltak av sínum slag í Føroyum. 

Fólk koma úr øllum ættum fyri at uppliva hugnaliga útimarknaðin og royna ein bita av ókeypis laksi. Kokkur er á staðnum og kann veita góð ráð osfr.

Á Sølutorginum ber til at keypa hópin av vøru, m.a. frukt og grønt, plantur, klæðir og skógvar. Harumframt er andlitsmáling fyri børnum, køkutombola, fiskibrunnur, matsøla og café. 

Á pallinum er tónleikur frá G! Festivalinum, sum er hetta sama vikuskiftið, at hoyra. Okkurt barnatiltak er eisini á skránni hvørt ár. 

Samanumtikið eitt sera gott tiltak í góðum veðri.

Fólk, ið eru áhugaði í at luttaka við onkrum tiltaki, eru vælkomin at seta seg í samband við Kunningarstovuna: kunningarstovan@runavik.fo.