HEIM

Kappróðrarfelagið NSÍ

Kappróðarfelagið NSÍ varð stovnað í 1999. Áðrenn felagið varð sett av stovn, varð kappróðurin partur av Nes Sóknar Ítróttarfelag. 

Felagið eigir egið neyst niðri á støð á Bakka. Neystið hevur nútímans venjingarútgerð, har møguleiki er hjá róðrarfólki venja. Harumframt verður venjingarhøldið leigað út til øll, ið eru áhugaði.

Í dag eru umleið 100 limir í kappróðrarfelagnum. Felagið eigir 5 rímiliga nýggjar bátar, tvey 5 mannafør, eitt 6 mannafar, eitt 8 mannafar og eitt 10 mannafar.

Kappróðrarfelagið NSÍ
á Bakka
625 Glyvrar
Mynttel: 44 74 99
Tel: 44 93 92
www.kappnsi.info

Formaður: Gudmundur Danielsen