HEIM

Badmintonfelagið Nápur

Í februar mánaða 2015 tók Pætur E. Jacobsen stig til at stovna eitt badmintonfelag, sum hevði til endamáls at fevna um allan Skálafjørðin. 12. mei 2015 varð ein stovnandi fundur hildin á Bókasavninum við Løkin, og varð felagið stovna tá. 5 fólk vóru vald í nevnd og tveir tiltakslimir vórðu eisini valdir.

Pætur Egholm Jacobsen, formaður
Rógvi Langgaard, næstformaður
Símun Jóhann Samuelsen, kassameistari
Arnleyg Joensen, skrivari
Stefany í Túni, nevndarlimur

Tiltakslimir:
Nigro Bjarki Hermansen
Betuel Reinert Hansen

Heimasíða: www.napur.fo