HEIM

HTU – Heilsa Trygd og Umhvørvið

 

Endamál við HTU hjá Runavíkar kommunu, er at skipa heilsu, trygd og umhvørvi fyri starvsfólk í fastar karmar eftir ásetingum frá Arbeiðseftirlitinum.

Arbeiði byrjaði á várið 2013, tá starvsfólk vóru skipaði í trygdarbólkar. Síðani hava trygdarumboð og leiðsluumboð verið á skeið innan heilsu, trygd og umhvørvi.

Málið hjá Runavíkar kommunu er at áhaldandi bøta um heilsu, trygd og umhvørvi á starvsfólkaøkinum og fyri borgarar sum heild.

 

Nøkur av málunum fyri 2015/2016:

At øll nýggj starvsfólk hjá kommununi hava verið á skeið í eldsløkking.

At øll nýggj starvsfólk innan barnaansing fáa skeið í fyrstuhjálp til børn.

At hesi starvsfólkabólkar fáa fyrstuhjálparskeið: húsavørðar, forskúla-lærarar og námsfrøðingar, vaskifólk og bókavørðar.

Keyp og uppsetan av hjartastoytarum at uppseta í Søldarfirði og Rituvík.

 

Nøkur av málunum fyri 2013/2014:

At øll starvsfólk hjá kommununi hava verið á skeið í eldsløkking.

At øll starvsfólk innan barnaansing fáa skeið í fyrstuhjálp til børn.

At øll starvsfólk innan kommunala verkstaðið, vatnverkið, gravarin og Runavíkar havn fáa fyrstuhjálparskeið.

Keyp og uppsetan av hjartastoytarum til skúlar og ítróttaøki.