HEIM

Gomul jól í Heiðunum

Jólatiltakið, Gomul Jól í Heiðunum, verður fyriskipað á hvørjum árið. Tiltakið verður hildið í Gamla Handli í Saltangará og á Neystaloftinum á sama øki.

Umframt at hava jólasølu í Gamla Handli og café á Neystaloftinum, vitjar jólaskipið í bátahylinum beint við økið.

Tað eru KFUM Skótarnir og blómuhandilin Orkis sum saman við Kunningarstovuni skipa fyri hugnaliga tiltakinum. 

Til ber at venda sær til Kunningarstovuna fyri at fáa meira kunning um jólatiltakið.