HEIM

Gerandisdagurin og praktisk viðurskifti

  • Frítíðarskúlin er opin hvønn dag eftir skúlatíð til vit steingja kl. 17.00. Tó hevur frítíðarskúlin opið flestar skúlafrídagar hjá skúlanum frá kl. 07.30 – 17.00.
  • Frítíðarskúlin er fyri børn, sum ganga í forskúlanum Brúgvin, í 1. og 2. flokki, og skal barnið vera tilmeldað til frítíðarskúlan, fyri at koma á stovnin.
  • Avlýsir skúlin skúlagongdina vegna veður, er frítíðarskúlin eisini avlýstur/stongdur.
  • Hava børnini frí ella eru sjúk, skulu foreldur boða okkum í frítíðarskúlanum frá hesum. Boðini geva tit okkum við at ringja ella SMS’a á tlf. 237991.
  • Eitt starvsfólk úr forskúlanum ella frítíðarskúlanum fylgir forskúlabørnunum í bussinum frá skúlanum á Glyvrum til Rituvíkar.
  • Forskúlabørnini fáa bjóða mat “ kalt borð” tá tey koma úr skúlanum kl 12.00 og kostar hetta 100 kr pr. mdr. fyri hvørt barnið. Tvs., at foreldur gjalda 100 kr forút hvønn máðna. Hetta verður trekt av við mdr. gjaldinum. Øll børnini í forskúlanum fáa bjóða millummála frá stovninum uml. kl. 14.00 eins og mjólk og vatn til máltíðirnar.
  • Stovnurin átekur sær ikki at syrgja fyri, at børnini fara til frítíðarítriv, føðingardagar og annað uttanfyri stovnin.
  • Eitt flagg verður hongt á talvuna í gongini tá børn/starvsfók hava føðingardag og síðsta fríggjadag í hvørjum mdr. bjóðar frítíðarskúlin ein “føðingardags-millummála”, køku og frukt ella okkurt líknandi, har vit fagna øllum børnum/starvsfólkum sum hava havt føðingardag “hendan mdr.” Børnini skulu tískil ikki hava nakað heimanfrá at bjóða tá tey hava føðingardag.
  • Um barnið hevur leikur við, átekur stovnurin/starvsfólk sær ikki ábyrgd fyri hesum. Heldur vilja vit leggja upp til, at børnini gera brúk av leikunum sum eru á stovninum.
  • Børnini skulu altíð hava skiftiklæðir á stovninum. Tvs. 2 set skiftiklæðir frá innast til uttast + regnklæðir, drakt, stivlar, húgvu, hosur og handskar.
  • Kunning sum verður givin skúlanum um morgunin, á fundi ella á annan hátt, fylgir ikki við í frítíðarskúlan. Tí er sera umráðandi, at tit foreldur eisini geva frítíðarskúlanum neyðuga kunning, um tørvur er á tí.

 

Umráðandi partar av trivnaðinum og tryggleikanum á stovninum.

    • Allir bilar skulu sløkkjast uttanfyri stovnin og skal billykil goymast burtur.
    • Vinarliga lati fartelefonina liggja eftir í bilinum tá tú kemur við ella eftir tínum barni.
    • Tann, ið avheintar barnið, skal boða “høgguslákkinum”, starvsfólkinum í gongini frá, at barnið nú fer heim.
    • Barnið skal fara heim tá tit koma eftir tí. Tvs., at tit ikki skulu fara avstað aftur tí barnið ikki tímur heim, fyri síðani at koma aftur eftir tí seinni.
    • Tá skúlin hevur frí og barnið kemur á stovnin tíðliga, skulu foreldur koma inn við barninum og siga einum vaksnum, at barnið er komið.
    • Um barnið skal heim við einum øðrum barni/foreldri, skal avtala vera gjørd um hetta dagin fyri og boða okkum á dagstovninum frá í góðari tíð. Hesar avtalur skulu ikki gerðast tá tit eru komin eftir børnunum.
    • Sjúk børn kunnu ikki koma á stovnin. Um barn tygara hevur fingið smittuberandi sjúku so sum eygnabruna, lús, barnaorm, barnasár og tílíkt, hava tit skyldu til at boða frítíðarskúlanum frá, so øll kunnu blíva kunnaði um hetta.