HEIM
20.10.2017

Sig frá um tú sær rottu

Um tú sær rottu í Runavíkar kommunu, sig so frá við at ringja á 417000 ella við at skráseta tað her: fráboðan um rottu

Um tú sær tekin um rottu, so sum rottuholur, rottulort ella at tað er gnaga í ruskposanum, boða so frá hesum eisini.

Runavíkar kommuna arbeiður við at skráseta allar rottufellur og higartil eru 271 fellur skrásettar. Eisini vera rottufráboðanir skrásettar, og síðani nýggja skrásetingarskipanin var tikin í nýtslu í februar, hevur kommunan móttikð 43 fráboðanir.

Um tú hevur eina mynd av, hvar tú sá rottuna, er hetta stór hjálp, fyri at vita, hvar fellan skal setast.

Fyri at seta rottufelluna upp á røttum stað, er neyðugt at hava sera neyvar upplýsingar um hvar rottan er sædd.

Tað sum tú sjálv/ur kann gera fyri at minka um rottuvanda, er at:

- Ansa eftir at eingin matur er tøkur,  har sum hønur, gæs ella seyður verður fóðrað

- tryggja at rottur ikki sleppa til skrellispannina

- ikki blakað mat út til likkur e.l.

- tetta steinseting í kjallara

- kannað, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara