HEIM
12.03.2019

Mentanarstuðul várið 2019

Fram til 10. apríl ber til at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og verkætlanir í Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, og verður stuðulin útlutaður um várið og um heystið.

Søkt verður við serligum oyðublaði, sum kann takast niður her, Mentanarstuðul oyðublað várið 2019 (177 kb docx).

Freistin at vera við í fyrru útlutingini í ár er 10. apríl 2019. Tá skal oyðublaðið saman við frágreiðing og fíggjarætlan latast kommununi umvegis teldupost til runavik@runavik.fo.

Tá freistin er farin, viðgerð mentanarnevndin hjá Runavíkar kommunu innkomnu umsóknirnar og letur stuðul.

Reglugerðin fyri mentanarstuðulin sæst niðanfyri:

-Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Runavíkar kommunu.
-Fæið, sum á vári 2019 er 100.000 kr., verður latið sambært hesum ásetingum:
-Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.
-Lýst verður í bløðunum og á heimasíðuni hjá kommununi um, at til ber at søkja stuðul, og nær freistin er at søkja.
-Tiltøkini ella verkætlanirnar, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.
-Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Runavíkar kommunu í hesum árinum. Tó kunnu tey eisini vera á øðrum staði, um mett verður, at tey varpa ljós á Runavíkar kommunu.
-Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdarfólk skal nevnast.
-Tiltøk, ið hava egin- ella aðra fígging enn bert kommununnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd.
-Meginreglan er, at stuðulin verður latin, tá ið tiltakið hevur verið.
-Sama verkætlan fær í mesta lagi stuðul tvær ferðir.
-Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting sendast kommununi.