HEIM
15.08.2018

Mentanarstuðul heystið 2018

Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, og hevur stuðulin higartil verðið latin eftir umsókn, so hvørt umsóknirnar koma inn.

Býráðið hjá Runavíkar kommunu samtykti fyrr í ár at broyta skipanina við mentanarstuðli, sum kommunan letur, soleiðis at tað nú verður søkt við serligum oyðublaði tvær ferðir um árið. Síðani viðgerð mentanarnevndin innkomnu umsóknirnar og letur stuðul.

Fyrsta útlutingin sambært nýggja leistinum verður í heyst.

Søkt verður við serligum oyðublaði, sum kann takast niður her, Mentanarstuðul oyðublað heystið 2018 (172 kb .docx).

Freistin at vera við í fyrstu útlutingini er. 15. september. Tá skal oyðublaðið saman við frágreiðing og fíggjarætlan latast kommununi umvegis teldupost til runavik@runavik.fo.

Reglugerðin fyri mentanarstuðulin sæst niðanfyri:

-Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Runavíkar kommunu.
-Fæið, sum á heysti 2018 er 100.000 kr., verður latið sambært hesum ásetingum:
-Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.
-Lýst verður í bløðunum og á heimasíðuni hjá kommununi um, at til ber at søkja stuðul, og nær freistin er at søkja.
-Tiltøkini ella verkætlanirnar, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.
-Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Runavíkar kommunu í hesum árinum. Tó kunnu tey eisini vera á øðrum staði, um mett verður, at tey varpa ljós á Runavíkar kommunu.
-Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdarfólk skal nevnast.
-Tiltøk, ið hava egin- ella aðra fígging enn bert kommununnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd.
-Meginreglan er, at stuðulin verður latin, tá ið tiltakið hevur verið.
-Sama verkætlan fær í mesta lagi stuðul tvær ferðir.
-Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting sendast kommununi.