HEIM
10.01.2019

Lýsing til Fólkaatkvøðu í Skálabotni á Grækarismessu um

Skal bygdin eita Skálafjørður?

Skal bygdin eita Skálabotnur?

Fólkaatkvøða verður hildin í skúlanum í Skálabotni á Grækarismessu – hin 12. mars 2019 og valhølið er opið frá kl. 10 til kl. 20 ella so leingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta.

Rætt at taka lut í atkvøðuni hava øll, staðsett í bygdini, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til býráðsval sambært § 1 í kommunuvallógini og eru á vallista til býráðsval. Á atkvøðuseðlinum eru bert tvinnir møguleikar og bara annar skal veljast, annaðhvørt Skálafjørður ella Skálabotnur.

Vallistar

Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til fólkaatkvøðuna í Skálabotni 12. mars 2019, fyri valstaðið Skálabotnur, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 12. februar 2019 til 19. februar 2019  í vanligari skrivstovutíð.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 04. mars 2019.

Valkort

Valkort verða send veljarunum  í Skálabotni.    

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 11. mars 2019.

Brævatkvøður

Veljarar í Skálabotni, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini frá 20. januar til og við 11. mars 2019.

Tey, ið vegna sjúku ella av aðrari orsøk ikki kunnu koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 11. mars 2019 kl. 12.00.

Saltangará, 9. januar 2019

Runavíkar Býráð