HEIM
03.10.2017

Lesiringurin á Skálafjørðinum byrjar aftur

Nú fer almenni lesiringurin á Skálafjørðinum undir sítt fimta lesitørn. Lesiringurin er eitt samstarv millum bókasavnið í Nes kommunu og bókasavnið við Løkin og er opin fyri øllum áhugaðum. Bókasøvnini skiftast um at vera vertir, og henda veturin verður byrjað á bókasavninum í Nes kommunu týskvøldið 3. oktobur kl 19.00 - 21.00.  Tað eru fleiri fyrimunir við at luttaka í lesiringi. Tú fært m.a. hildið lesihugin viðlíka og kanst tosa við onnur, sum hava lisið somu bøkur sum tú. Haraftrat er tað hugnaligt og stimbrar samanhald. Hetta er eitt gott høvi at læra nýggj fólk at kenna. Tað er ókeypis at luttaka í lesiringinum.

Fá ávirkan á innihaldið Hetta fyrsta kvøldið verður tosað breitt um hvat vit hava lisið í summar, og hvat vit kunnu viðmæla øðrum at lesa. Vit fara at savna uppskot um bøkur at lesa í vetur, og gera skránna fyri í ár. Vanliga hava vit tvær ymiskar bøkur á skránni hvørja ferð, har man velur at lesa tí einu. Tað eru umleið 6 vikur ímillum hvørjaferð at lesiringurin hittist. Í ár verður tað aðruhvørja ferð týskvøld og hóskvøld. Vanliga skipar lesiringurin eisini fyri eini ella tveimum rithøvundavitjanum.

Meira kann lesast um lesiringin á www.lokin.fo