HEIM
11.08.2018

Borgarafundur í Løkshøll

Runavíkar kommuna skipar miðvikukvøldið hin 15. august fyri borgarafundi í Løkshøll. Fundurin byrjar kl. 19. Tvey tíðarbær mál verða tikin upp á fundinum: Innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum og miðbýarætlanin.

Nú Eysturoyartunnilin er komin væl áleiðis, hava Runavíkar kommuna og EM Ráðgeving (Landsverk hevur eisini verið partur av málinum) lagt eina frágreiðing fram í bóklingi, har greitt verður frá teimum tøkniligu møguleikunum, sum eru í Runavíkar-økinum, til tess at møta ferðsluligu avbjóðingini, nú ferðslutíttleikin fer at vaksa munandi.

Í nógv ár hevur Runavíkar kommuna virkað fyri at skipa ein miðbý í miðsavningini Runavík, Saltangará og Glyvrar. Sitandi býráð setti sær fyri at fáa ferð á hetta málið enn einaferð, og nú fyriliggur eitt uppskot, ið verður lagt fram á fundinum.

Vónandi møta borgararnir fjølmentir. Góð ráð og øðrvísi hugskot eru vælkomin.

 

Skrá fyri borgarafundin:

19:00 – 19:10  Borgarstjórin bjóðar vælkomin.

19:10 – 19:30  Magni Thomsen, EMR, greiðir frá verkætlanini  um innkomuvegin.

19:30 – 19:45  Spurningar úr salinum um innkomuvegin.

19:45 – 20:05  Ósbjørn Jacobsen greiðir frá miðbýarætlanini.

20:05 – 20:20  Spurningar úr salinum um miðbýarætlanina.

20:20 – 20:30  Lars Kirkegaard tekur saman um fyrra partin av fundinum.

20:30 – 21:15  Býráðspolitikarar hava orðið og svara spurningum.

 

Bergmann Finnsson, samfelagsfrøðingur, verður orðstýrari.

 

Runavíkar kommuna