HEIM

Elduvík

 

Elduvík er gomul bygd. Fyrstu ferð hon er nevnd, er í Hundabrævinum. 

Bygdin verður nógv vitjað av ferðafólki. Har er sera vakurt og nógv at síggja.

Ein gongutúrur í vestara parti av bygdini, har kirkjan og gamli býlingurin eru, er sera hugnaligur.

Eisini er vert at ganga oman á lendingina, sum liggur eitt fitt petti uttan fyri bygdina.

Ein túrur millum gróthúsini í eystara parti av bygdini er áhugaverdur. Eitt kort, sum lýsir hvussu nógv gróthús vóru í gomlum døgum, er sett upp til tey vitjandi.