HEIM

Eitt orð frá borgarstjóranum

Hjartaliga vælkomin til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu.

Endamálið við heimasíðuni er stútt og støðugt at kunna borgararnar í kommununi, og onnur við, um vanligu tænasturnar í kommunalum høpi, og samstundis at virka sum kommunalur tíðindaportalur, har ljós áhaldandi verður varpað á átøk og hendingar á ymsum mótum innanvert kommunumarkið og í tvørkommunalum samstarvi, ið Runavíkar kommuna er partur av, og sum hava vanligan almennan áhuga.

Starvsfólk á kommunuskrivstovuni dagføra støðugt heimasíðuna, men hevur borgari góð ráð um okkurt, sum átti at verði kunnað um á heimasíðuni, er viðkomandi hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við Runavíkar kommunu.

Tórbjørn Jacobsen
borgarstjóri