HEIM

Ein varði á leiðini

Frítíðarskúlin byrjaði 01.08.08 og er eitt frítíðartilboð til børn í forskúla, 1 flokki og 2 flokki. Vit liggja í Rituvík, tætt við náttúruna, spælipláss, fjørðuna, og rundan um frítíðarskúlan er eisini stórt øki við ymiskum avbjóðingum.

Stovnurin er býttur upp í stovurnar Skákið, Tippið, Nabbin og Lotið, og hevur eina stóra gongd við klatriveggi. Vit hava eisini eina fimleikeikahøll og í kjallarinum er eitt verkstað.

Endamál

Endamálið hjá Frítíðarskúlanum við Stórá er, at barnið eftir lokna skúlatíð, hevur tryggar karmar og er undir uppsýni av vegleiðandi vaksnum.

Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar.

Tá ið barnið er í frítíðarskúla, fer stórur partur av degnum við spæli, eins og nakað av skipaðum tiltøkum. Vit bjóða børnunum umstøður at fara undur ymiskt virksemi, sum tey kunnu taka lut í, um tey hava hug til tað. Í frítíðarskúlanum leggja vit stóran dent á, at barnið hevur frí og kann sjálvt, við vegleiðing frá okkum vaksnu, skipa sín dag.