HEIM

Dagstovnurin við Stórá

Dagstovnurin við Stórá
Rituvíkarvegur 35
640 Rituvík
Tlf. 44 76 30
T-postur: fritansing.ru@runavik.fo

Leiðari: Sonja Olsen

Beinleiðis telefonnr. og teldupostadressur:

Leiðarin 216630 fritansing.ru@runavik.fo
Nabbin 237991 nabbin.stora@runavik.fo
Tippið 237992 tippid.stora@runavik.fo
Skákið 237993 skakid.stora@runavik.fo

Stovnurin byrjaði 01.08.08 Stovnurin er eitt frítíðartilboð til børn í forskúla, 1 flokki og 2 flokki. Dagstovnurin er í Rituvík og liggur tætt við náttúruna, spælipláss, fjørðuna, og rundan um stovnin er eisini stórt øki við ymiskum avbjóðingum.

Stovnurin er býttur upp í tríggjar stovur: Skákið, Tippið og Nabbin, eisini er verkstað og fimleikeikahøll

Endamál

Endamálið hjá Dagstovninum við Stórá er, at barnið eftir lokna skúlatíð, hevur tryggar karmar og er undir uppsýni av vegleiðandi vaksnum.

Vit leggja dent á, at menna teir sosialu, og persónligu førleikar hjá barninum.

Tá ið barnið er á dagstovninum, er stórur partur av degnum við fríðum spæli, meðan nakað er við skipaðum tiltøkum.  Haraftrat bjóða vit børnunum tilboð av ymiskum virksemi, sum tey kunnu taka lut í, um tey hava hug.

Kunning: Gerandisdagurin og praktisk viðurskifti

  • Stovnurin er opin hvønn dag eftir skúlatíð og fram til kl. 17.00 tó hevur stovnurin opið allar skúlafrídagar hjá skúlanum frá kl.07.30 – 17.00.
  • Stovnurin er fyri børn, sum ganga í forskúlanum Brúgvin, 1. og 2. flokki
  • Avlýsir skúlin skúlagongdina vegna veður, er stovnurin eisini stongdur.
  • Hava børnini frí ella eru sjúk, vilja vit hava, at foreldrini boða frá hesum. Boðini kunnu eisini sendast sum SMS-boð á Nabban á tlf. 237991, Tippið 237992 og Skákið á tlf. 237993
  • Tann, ið fer avstað við barninum, skal siga einum starvsfólki frá. Hetta er ein umráðandi partur av tryggleikanum hjá stovninum.
  • Børnini fáa bjóða mat “ kalt borð” tá tey koma úr skúlanum og kostar hetta 20 kr um vikuna. Børnini eta millummála uml. kl. 14.30 og fáa børnini mjólk og vatn til máltíðirnar.
  • Stovnurin átekur sær ikki at syrgja fyri, at børnini fara til frítíðarítriv, føðingardagar og annað uttanfyri stovnin.
  • Børnini skulu hava skiftiklæðir á stovninum.
  • Sjúk børn kunnu ikki koma á stovnin. Um barn tygara hevur fingið smittuberandi sjúku s. s. eygnabruna, lús, barnaorm, barnasár hava tit skyldu til at boða stovninum frá, so øll kunnu blíva kunnaði um hetta.