HEIM

Býráðsfundur 31. mars 2016 kl. 17.00

 Býráðsfundur 31. mars 2016

Býráðslimir:    Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

Varalimir:       Katrin Absalonsen

Ikki møtt:        Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Terje B. Vestergaard og Jonhard Danielsen

 

25/16: Framhald av gongugøtu Oyndarfjørður-Hellurnar.

Justinus L. Ejdesgaard biður um loyvi til at gera gongugøtu av Stórasandi og út á Laksá.

Friðingarmyndugleikin hevur givið tilsøgn til ætlanina.

Staðbundna nevndin fyri Oyndarfjørð hevur viðgjørt ætlanina og mælir til at geva loyvi.

-Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til ætlanina og at tað er umsøkjarin sjálvur sum tekur sær avtalu um lendi og fígging.

-Býráðið hevur á fundi 31/03-2016 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

26/16: Røkt av grønum økjum.

Tekniska deild hevur biðið um tilboð uppá plantur og røkt av grønum økjum og grassláing runt um í kommununi og er tilboð komið frá Urtagarðstænastuni uppá arbeiðið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av tilboðnum uppá blómubedini, men at grassláingin verður gjørd eftir sama leisti sum higartil og at Vegadeildin tekur sær av tí partinum av arbeiðinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/03-2016 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

27/16: Umsókn um býarplansbroyting á Glyvrum.

Í samband við samtyktu broytingarnar av C9 økinum á Glyvrum, heitir borgari á Glyvrum á kommununa um eisini at broyta ein part av C9 økinum, uml. 1.200 m2, til B5 øki (sethúsaøki)

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at varðveita verandi byggisamtykt fyri nevnda øki.

-Býráðið hevur á fundi 17/02-2016 beint málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina til viðgerðar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin metir tað ikki rætt at broyta býarplanin eystan fyri Glyvra skúla, fyrrenn ein liðug ætlan fyri skúlan er tøk – ella støða er tikin til, at skúlin skal ikki byggjast út á økinum og mælir tí frá at ganga áheitanini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 31/03-2016 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

28/16: Bussskýli og gonguteigur við í Søldarfirði.

Málið um bussskýli við landsvegin í Søldarfirði hevur verið viðgjørt fleiri ferðir. Tosað hevur verið um økið tætt við vegamótið Søldarfjarðarvegur/Gerðisvegur. Á fundi við Landsverk var málið aftur á skrá og er uppskot nú um at staðseta busskýli longur suðuri á Søldarfjarðarvegi móti Elim. Landsverk fer nú at arbeiða víðari við uppskotinum, so loysnin kann fremjast í verki. Landsverk ger og ber kostnaðin av hesi verkætlan.

-Byggi- og býarskipanarnevndin er á fundi 16/03-2016 kunnað um nýggja uppskotið hjá Landsverk.

-Býráðið er á fundi 31/03-2016 kunnað um ætlanina hjá Landsverki um at staðseta bussskýlið suður ímóti Samkomuhúsinum Elim.

 

29/16: Bygging av Svimjihøll í Runavík.

Býráðið setti pening av á fíggjarætlanini fyri 2016 til fyrireiking til bygging av svimjihøll og hevur eisini hetta við á langtíðarløguætlanini, serliga í 2018 og 2019.

Umsitingin hevur gjørt ymiskar kanningar og meta Tekniska deild og Mentanardeildin, at royndirnar við byggingini av Bylgjuni eydnaðust so mikið væl, at mælt verður til at brúka áleið sama leist til svimjihøllina.

-Mentanarnevndin mælir til, at farið verður undir tilgongdina til byggiverkætlanina við at gera byggiskrá og møguliga hugskotskapping.

-Býráðið hevur á fundi 31/03-2016 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.