HEIM

Býráðsfundur 30. mars 2017, kl. 17.00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauga Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

 

25/17: Bygdamarkið millum Glyvrar og Saltangará.

H. Hansen mótmælir í skrivi dagf. 22/5-2012, at markið millum Glyvrar og Saltangará er sett soleiðis, at hús hansara á matr. nr. 153d hoyrir til Saltangará, tí hann hevur altíð roknað seg at búgva á Glyvrum. Hann heitir á býráðið um at taka málið upp av nýggjum og at broyta markið, soleiðis at hann stendur at hoyra til Glyvrar.

-Byggi- og býarskipanarnevndini viðgjørdi málið á fundi 20/3-2017 og mælir til at ganga áheitanini frá Hera Hansen á møti.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

26/17: Grundstykki í Elduvík.

J. Langgaard søkir um at keypa matr. nr. 4d í Elduvík, sum er 501 m2 til støddar.

Bóndin setir sum treyt, at hann fær ein geira burturav stykkinum, sum atkoma til eitt seyðahús. Hetta ber við sær, at stykkið verður minni enn tær 500 m2, sum byggisamtyktin ásetur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at gera frávik í byggisamtyktini og loyva, at stykkið verður minni enn 500 m2.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

27/17 Broyting av býarplaninum í Saltangará.

J. Joensen heitir á býráðið um at broyta ásetingina fyri matr. nr. 186 frá E2 til B2 øki.

Tekniska deild mælir til at ganga áheitanini á møti. Av tí at útbyggingin av vatnorkuni fer fram á Skála, verður ikki neyðugt at útbyggja meira við verandi vatngoymslu í Saltangará.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga áheitanini um at broyta ásetingina fyri matr. nr. 186 Glyvra bygd frá E2 til B2 øki.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

28/17 Integratiónspolitikkur fyri Runavíkar kommunu.

Kári Egholm Jacobsen heitir á býráðið um at seta ein integratiónspolitikk í verk fyri kommununa.

-Mentanarnevndin heitir á umsitingina at seta ítøkilig tiltøk, sum kunnu lætta um integratiónina, so sum undirvísing í føroyskum máli í kvøldskúlanum og innleiðandi kunning á heimasíðuni. Mælt verður til at arbeiða víðari við at orða ein tntegratiónspolitikk.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

29/17 Byggiloyvi til trafostøð í Runavík.

SEV søkir um lendi og byggiloyvi til nýggja trafostøð á matr. nr. 117a Tofta bygd (Runavík).

Talan er um at taka trafostøðina, sum stendur sunnan fyri Barnagarðin á Mýrunum burtur, og byggja eina nýggja beint norðanfyri.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

30/17 Frábýti av grundstykki í Rituvík og broyting av byggisamtyktini.

C. Højgaard søkir um at frábýta eitt grundstykki til sethús burtur av matr. nr. 190 Tofta bygd (Rituvík).

Økið liggur sum E1 øki (landbúnaðarøki innangarðs) og verður neyðugt at broyta økið til B øki (Bústaðarøki) um frábýtið skal kunna játtast.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini og at broyta økið frá E1 til B øki.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

31/17 Endurskoðað avtala um barnaverndartænastu fyri Skálafjørðin.

Galdandi barnaverndaravtala er frá 2005 og ongantíð endurskoðað, hóast Gøtu kommuna ikki er við í samstarvinum longur og Funnings kommuna er vorðin partur av Runavíkar kommunu.

-Sosiala nevnd mælir til at taka undir við uppskotinum um endurskoðaða samstarvsavtalu millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu, galdandi frá 1. juni 2017 at rokna.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.

 

32/17 Framhald av útstykking í Kass í Rituvík.

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir grundstykkjum í Rituvík seinastu tíðina og er bert eitt stykkið tøkt. Kommunan eigur lendi til framhald av útstykkingini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at arbeiða víðari við uppskotinum til framhald av útstykkingini og gera kostnaðarmeting av at gera grundstykkini byggiklár.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

33/17 Broyting av ásetingini fyri A øki í byggisamtyktini.

Tekniska deild mælir til, at ásetingarnar fyri «Nýtslu» í A1 og A3-A4 øki í almennu byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at «til bústaðarendamál» verður lagt afturat:

Miðstaðarendamál, Smáhandil, Privat og almenn veiting, Frívinna og skrivstovur, Bústaðarendamál.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

34/17 Broyting av ásetingini fyri B øki í byggisamtyktini.

Tekniska deild mælir til, at ásetingarnar í almennu byggisamtyktini verða broyttar soleiðis, at tað eisini er møguligt at byggja tvíhús, raðhús og tøtt/lág hús við íbúðum í B10 – B39 økjum.

Nýtsla: Sethús og við serloyvi frá byggivaldinum, tvíhús, raðhús og tøtt/lág bygging

At stødd av grundstykkjum verður broytt soleiðis:

300 m2 fyri tætta/lála bústaðarbygging, raðhús og tvíhús.  500 m2 fyri sethúsabygging og

500 m2 fyri aðra bygging

Har kommunan metir tað ráðiligt, kann loyvast at grundstykkini eru smærri, tó í minsta lagi:

250 m2 fyri tætta/lága bbústaðarbygging, raðhús og tvíhús

400 m2 fyri sethúsabygging

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

35/17 Nýtt tak til Glyvra skúla.

Nú tilboðini uppá at skifta takið bygninginum móti suðri eru innkomin, er lægsta tilboðið 257t kr. hægri enn avsett er á fíggjarætlanini til arbeiðið.

Mælt verður til at 300t kr verða fluttar av RS 751 (íløga í havnalag) til RS 413 (íløga í skúlabygningar) so arbeiðið kann verða gjørt í ár.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við at 300t kr. verða fluttar frá RS 751 til RS 413.

-Fíggjarnevndin tekur undir við at flyta 300t kr. av RS 751 til RS 413.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

36/17 Grundstykkini omanfyri Vatnbrunnarnar í Saltangará.

Byggibúningin av grundstykkjum framvið Hjallavegi og Norðurhædd er nú komin væl áleiðis soleiðis at grundstykkini kunnu frábýtast og sølu tilgongdin byrja.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at frábýta 12 grundstykkir stødd 500-600 m2 og at søluprísurin verður hin sami sum til seinastu útstykkingina á Høgaleiti kr. 285,00 pr. m2, umframt 82.160,00 fyri útgrevstur og planering.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

 

37/17 Valstýrið í Skálafirði.

Val av einum limi til valstýrið í Skálafirði.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum um val av limi í valstýrið.

 

38/17: Endurskoðan av kommunustýrisskipanini og fundarskipanini hjá Runavíkar kommunu

Í samband við skipan av nevndum fyri valskeiðið 2017-2020, var semja um at skipa eina nýggja nevnd “Náttúru- og Umhvørvisnevndin”. Í hesum sambandi verður neyðugt at tillaga kommunustýrisskipanina, umframt aðrar dagføringar.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at arbeiða víðari við uppskotinum til broyting av Kommunustýrsisskipanini fyri Runavíkar kommunu.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til broytingar í kommunustýrisskipanini og fundarskipanini.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Fíggjarnevndin hevur á fundi 27/03-2017 mælt til at taka undir við uppskotinum soleiðis sum tað fyriliggur, broytt eftir 1. viðgerð.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við uppskotinum frá fíggjarnevndini.