HEIM

Býráðsfundur 28. november 2019 kl. 17.00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen

134/19:  2. viðgerð fíggjarætlan 2020 - Fíggjarkarmur

135/19:  2. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2020
Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2019 til 228 mió. kr. í mun til 228 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 26/9-2019 og mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2020, sum javnvigar við 228 mió. kr.

Inntøkur:

Skattur                                                  193,0

Eftirlønar skattur v.m.                        35,0

Útreiðslur:

Rakstur                                                   161,4

Løgur                                                        51,4

Rentustuðul                                             2,5

Rentuútreiðslur                                      2,5

Avdráttir                                                10,2

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019, við 1. viðgerð, at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2020, við einum skattaprosenti uppá 21,75 (lækkað 0,25) og einum barnafrádrátti uppá 8.000 kr. (óbroytt).
-Býráðið á fundi 31/10-2019: Jonhard Danielsen setti fram broytingaruppskot um at lækka skattaprosentið við 1%, svarandi til 7-8 mió. kr. í minni inntøku. Broytingaruppskotið fall við 1 atkvøðu fyri og 10 ímóti.

Síðan varð atkvøtt um uppskotið frá fíggjarnevndini, sum varð samtykt við 10 atkvøðum fyri og 1 ímóti.

Sostatt varð uppskotið frá fíggjanevndini til fíggjarætlan fyri 2020 samtykt 2. viðgerð við einum skattaprosenti uppá 21,75% og einum barnafrádrátti uppá 8.000 kr.

 

136/19: Broyting av býarplaninum á Hórheiðum á Skála
Í samband við útstykkingina á Hórheiðum, mælir Tekiska deild til, at býarplanurin fyri Skála verður broyttur soleiðis, at markið ímillum C24-øki sunnan fyri ítróttarhøllina og B21-øki bústaðarøki og E1-øki, verður flutt uml. 90m norðureftir.

Við hesum uppskotinum verða umleið 2.800 m2 av C24-øki á Hórheiðum broytt til B21-øki og uml. 3.000 m2 broytt til E1-øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

 

137/19: Umsókn um samanlegging av matr. nr. 98 og 99 í Oyndarfirði
Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn um samanlegging av matr. nr. 98 og 99 í Oyndarfirði til ummælis.

Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

138/19: Útbygging av virkisbygningi við Trøllaklett í Søldarfirði

JM Hansen spyr um møguleikan fyri á víðka um vinnubygningin við Trøllaklett í Søldarfirði við uml. 100 m2

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at ganga áheitanini ámøti og at umsøkjarin sendir endaligar tekningar og umsókn um byggiloyvi. Leigusáttmálin verður broyttur samsvarandi víðkanini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

139/19: Áheitan um matarskipan í barnaansingini

Foreldraráðið í Frítíðarskúlanum við Stórá heitir á kommununa um at seta matarskipan á stovn.

Trivnaðardeildin mælir til, at leiðslan og foreldraráðið við Stórá í samráð fyriskipa matarskipan við foreldragjaldi.

-Trivnaðarnevndin tekur undir við Trivnaðardeildini og er áhuga í nærri viðgerð av tørvinum á matarskipan sum heild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

140/19: Ásetan av fundardøgum fyri býráðið í 2020

Býráðið samtykti at áseta hesar fundardagar fyri 2020: 30/1, 27/2, 26/3, 30/4, 28/5 (í Elduvík), 25/6 (á Skála), 3/9, 24/9, 5/11 og 26/11