HEIM

Býráðsfundur 28.04.2016 kl. 17.00

 

Býráðslimir:    Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

 

30/16: Jóhanna Garðshorn søkir um byggiloyvi til kvist á sethús í Elduvík

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til kvist á sethúsini matr. Nr. 116 í Elduvík, sum smb. býarplaninum liggur í B50 øki, sum er útgreiðað sum “Elstu býlingar” har eldri bústaðir/sethús eru og tí skal umsóknini eisini leggjast fyri býráðið til viðgerðar.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 31/16: Ítróttarstuðulin 2016

Kommunan hevur latið ítróttarfeløgunum stuðul í nógv ár. Seinastu árini er játtanin hækkað, samstundis sum talið av ítróttarfeløgum í kommununi er vaksið nógv. Fyri at kunna søkja um stuðul, skal roknskapur frá feløgunum fylgja við umsóknini.

-Mentanarnevndin mælir til at útluta stuðulin eftir býtislyklinum, sum varð gjørdur í 2012.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

32/16: Samskipari til mentanarøkið

Kommunan hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur á ítróttar- og mentanarøkinum við Løkin og metir Mentanardeildin, at tíðin er komin at samskipa virksemið í kørmunum betur.

Meðan Skúlin við Løkin við kvøldskúla og musikkskúla hava fastar karmar kring virksemi sítt, og Bókasavnið er í fremstu røð, tá um mentanartiltøk ræður, so manglar ein yvirskipað samskipan á ítróttar- og mentanarøkinum.

Mentanardeildin mælir til at lýst verður eftir samskipara til ítróttar- og mentanarøkið við Løkin, soleiðis at viðkomandi kann byrja eftir summarferiuna.

-Mentanarnevndin mælir til at leggja málið fyri býráðið til støðutakan.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at seta ein bólk, mannaður við borgarstjóranum, formanninum í Mentanarnevndini, Mentanarleiðaranum og Starvsfólkaleiðaranum, til tess at koma við einum endaligum uppskoti um innihaldið í starvinum sum samskipari á Mentanar- og ítróttarøkinum til næsta regluliga fund hjá Mentanarnevndini.

 

33/16: Áheitan um at flyta gongugøtu niðan í hagan, soleiðis at áin millum Leitisveg 101 og 103 kann verða varðveitt.

Tóta Árnadóttir heitir á kommununa um at friða ella varðveita ánna, sum rennur sunnan fyri sethús teirra og heldur at flyta eina ætlaða gøtu niðan á nýggju útstykkingina, norður um hús teirra.

Tekniska deild metir tað ikki neyðugt at friða økið um ánna, men at áin ístaðin kann varðveitast, tí møguligt er at brúka aðrar geirar til gøtuna.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

34/16: Ársroknskapur hjá Skálafjarðar Sløkkiliði fyri 2015

Ársroknskapurin er góðkendur í Tilbúgvingarnevndini. Parturin hjá Runavíkar kommunu fyri 2015 er 1,1 mió. kr.

Fíggjarleiðarin mælir til at góðkenna roknskapin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði fyri 2015.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

35/16: Umsókn frá Skála Ítróttarfelag um at fáa lagt vatn til skýlið við fótbóltsvøllin

Skála Ítróttarfelag heitir á kommununa um at leggja ein vatnleiðning oman til áskoðaraskýlið við fótbóltsvøllin.

Fyri at fáa nokk av trykk á vatninum, má kaðal førast frá Hórheiðum og metir Tekniska deild, at hetta kann gerast fyri  100.000 kr.

-Mentanarnevndin mælir til at málið verður tikið til viðgerðar í samband við fíggjarætlanina fyri 2017 og heitir á Teknisku deild at kanna kostnaðin nærri.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at beina málið aftur í Mentanarnevndina til viðgerðar.

 

36/16: Barnaansingartørvur og loysn aftaná summarferiuna.

Seinastu árini hevur tørvurin á barnaansing verið støðugt vaksandi og neyðugt hevur verið at økja um ansingarplássini. Í løtuni er ein fyribils loysn við vøggustovu í niðaru hæddini í Søldarfjarðar skúla, sum ætlandi skal niðurleggjast tá Søljuhjarta er liðugt innrættað í summar. Men sum útlitini síggja út nú, mangla pláss um vøggustovan í skúlanum heldur uppat.

-Sosiala nevnd heitir á Mentanarnevndina um loyvi til framhaldandi nýtslu av niðaru hæddini í Søldarfjarðar skúla til barnaansing og metir samstundis, at tað verður neyðugt at meta um hvar og hvussu økið skal útbyggjast í framtíðini.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at beina málið aftur í Sosialu nevnd og Mentanarnevndina.

 

37/16: Eftirmeting og støðutakan til sendingina “Brúgvin” á R7.

Síðan februar hevur ein roynd verið gjørd at senda eina tímalanga sending um vikuna á útvarpsrásini R7, um tað ið rørir seg í kommununi.

Ein redaktión, mannað við kommunalum starvsfólki og borgarstjóranum, hava higartil staðið fyri sendingini.

-Mentanarnevndin mælir til at sendingin heldur áfram og mælir til at ein uttanhýsis redaktørur verður settur at hava høvuðsábyrgd av sendingini.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum Mentanarnevndini.

 

38/16: Bygdafelagið OYÍF søkir um at gera ein multivøll í Skúlagarðinum í Oyndarfirði.

Oyíf søkti á sumri 2015 um loyvi at gera ein vøll niðanfyri vegin við skúlan og ynskja nú at broyta umsóknina til heldur at umfata sjálvan skúlagarðin.

Ætlanin er at arbeiðið skal gerast sjálvboðið, men spyrja tey eisini um kommunan er sinnað at bera ein part av kostnaðinum.

Tekniska deild vísir á, at kommunan hevur gjørt vallir í økjum og bygdum og metir tað ikki rætt at játta fígging til nr. 2 vøll í somu bygd, áðrenn komið er á mál í øllum bygdum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini um at gera multivøll í skúlagarðinum, men av tí at peningur ikki er avsettur til endamálið og heldur ikki á langtíðarætlanini, mælir nevndin frá at veita fíggjarligan stuðul til ætlanina.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og at málið verður lagt fyri Skúlastýrið og Staðbundnu nevndina til ummælis.

 

39/16: Ídnaðargrundstykki á Lambareiði, norðan fyri BBR Service

Økið á Lambareiði er útlagt sum D7 øki – Ídnaðarøki. Landsverk eigur ein bygning og BBR eitt bilverkstað, hesi eiga eisini grundstykkini. Kommunan eigur økið frá BBR og norðureftir, eisini stykkið, har Ambulansatænastan heldur til.

Uppá fyrispurning sigur Sløkkiliðið, at økið ikki er áhugavert til eina komandi brandstøð, tí tað liggur ov langt frá tættast bygda økinum.

Tekniska deild metir, at talan kann verða um eitt byggiøki stórt 2.500-3.000 m2, sum kann verða til 1-2 ídnaðargrundstykkir.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at Tekniska deild arbeiðir víðari við samlaða økinum frá BBR og norðureftir.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

40/16: Býarplansbroyting í Saltangará, vestan fyri vatnbrunnarnar

Býráðið samtykti í 2013 at broyta býarplanin fyri ein lítlan part av økinum vestan fyri vatnbrunnarnar í Saltangará, soleiðis, at ein geiri uml. 100 m2 til støddar verður broyttur frá E2-øki til B-øki. Broytingin varð ikki gingin á møti fyrst í Fiskimálaráðnum, sum tá umsat býarplansmál og síðan í Heilsu- og Innlendismálaráðnum sum nú umsitur økið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka avgerðina hjá HIMR til eftirtektar.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

41/16: Landsvegurin, sum í landsvegaætlanini er lagdur at verða omanfyri bygdirnar frá Runavík inn á Lambareiði.

Tekniski leiðarin hjá kommununi hevur tosað við Landsverk um at fáa landsvegin omanfyri bygdirnar av Lambareiði út til Runavíkar tiknar burtur úr býarplaninum og varð niðurstøðan tann, at kommunan skal senda umsókn til Landsverk og annars fyrireika býarplansbroytingina.

-Byggi- og býarplansnevndin mælir til at strika landsvegin í býarplaninum.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at broyta ein part av E2-økinum omanfyri vatnbrunnarnar til B-øki. Málið um landsvegin verður beint aftur í Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

42/16: Býarplansbroyting – Fjøran á Glyvrum frá Bakkafrost til Langanes

Økið frá Bakka og inn ímóti Langanesi er nú einasta stað, har fjøran ikki er løgd undir útfyllingar í samband við vegir og havnir líka av Saltnesi og inn á Bakka.

Tilmæli frá Teknisku deild: Lendið omanfyri bakkan er útlagt sum E1-øki (landbúnaðarøki) og verður mælt til, at teksturin í byggisamtyktini verður broyttur, so loyvt verður at gera gøtur og “rekreativ anlæg” í økinum (mál 45/16)

Fjøran hevur onga ámerking og verður mælt til at broyta hana til F-øki, sum friðað øki við undirtekstinum Alment fríøki. Mælt verður til at broyta tekstin soleiðis, at fríløtuøki verða loyvd (mál 45/16)

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

43/16: Býarplansbroyting – Matr. nr. 210 á Skála

Matr. Nr. 210a á Skála liggur í býarplaninum sum E1-øki og hevur ætlanin verið at hava ein geira millum grundstykkini.

Tekniska deild metir tað ráðiligt at lata eitt grundstykki til sethús burtur av norðara partinum av stykkinum, soleiðis at uml. 6m verða eftir til ánna og møguligar framtíðar installatiónir í lendinum.

Tekniska deild mælir til, at eitt øki uml. 22m breitt verður broytt frá E1-øki til B22-øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

44/16: Býarplansbroyting – Víðkan av økinum norðan fyri Bakkafrost

Í samband við víðkan av havnarøkinum á Bakka, er grótfyllan komin norður um tað øki, sum er avsett í býarplaninum til D4-øki, tí verður mælt til, at broyta býarplanin soleiðis, at D4 verður víðka uml. 20m norðureftir.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at víðka D4-øki inni á Bakka uml. 20m norður eftir.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

45/16: Broyting í byggisamtyktini – Byggilinjur við landsveg

Í galdandi byggisamtykt er ikki samsvar millum bygging og krøvini frá Landsverk fyri frástøðu í samband við bygging framvið landsvegi.

Tekniska deild mælir til at kommunala byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at teksturin í samband við bygging framvið landsvegi verður broyttur til: -samsvarandi alment góðkendum korti frá Landsverki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

46/16: Broyting av byggisamtyktini fyri E1-øki

Tekniska deild mælir til at broyta tekstin fyri E1-øki soleiðis, við at leggja hesi bæði pkt. afturat tekstinum.

  • Fríløtu øki (rekreativt område)
  • Gøtur

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

47/16: Broyting av byggisamtyktini fyri F-øki

Tekniska deild mælir til at broyta tekstin fyri F-øki soleiðis, við at leggja eitt pkt. afturat tekstinum.

  • Fríløtu øki (rekreativt område)

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

48/16: Eykajáttan – Nýggj tekja til Ítróttarhøllina á Skála

Tá fíggjarætlanin fyri 2016 varð løgd, var játtanin til gólv og tak til Ítróttarhøllina ov lítil og vísir tað seg, at takið er val dýrari enn mett, serliga tí arbeiðið við dúki undir tekjuna varð mett ov lágt og arbeiðið við at taka asbest takið burtur ikki varð tikið við.

Tekniska deild mælir til eina eykajáttan áljóðandi 700.000, soleiðis at bæði gólvið og takið á ítróttarhøllini á Skála kunnu verða skift í ár.

-Fíggjarnevndin mælir til alt játta eina eykajáttan áljóðandi kr. 700.000 kr til takið á Ítróttarhøllini.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

49/16: Eykajáttan – Vatnveitingin av Skála

Nú arbeiðið at leggja vatn um fjørðin er um at verða liðugt og kostnaðurin uppgjørdur, vísir tað seg at tørvur er á eini eykajáttan uppá 3.740.000 kr (tá er íroknað 440.000 kr sum vóru avsettar í 2015, men ikki brúktar). Har umframt viðtók býráðið í februar at leggja vatn út eftir Mýrunum til Rituvíkar, nú SEV er farið undir at grava eina grøv fram við vegnum og møguleiki er at leggja vatnleiðingina í somu grøv, fyri ein væl minni kostnað, enn um kommunan skuldi gjørt tað sjálv. Kostnaðurin fyri hetta er 700.000 kr.

Tekniska deild mælir til at játta 4.400.000 kr til vatnveitingina.

Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og heitir á fíggjarnevndina um at útvega eina eykajáttan áljóðandi 4.400.000 til endamálið.

-Fíggjarnevndin mælir til alt játta eina eykajáttan áljóðandi kr. 4.4 mió. kr. til vatnveiting.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

50/16: Eykajáttan til umbygging av Heilsudeplinum í Runavík

Sosiala deild vísir á, at í samband við at tá fíggjarætlanin varð løgd, vóru 300.000 kr avsettar fyri 2016 til umbygging av Heilsudeplinum og at avtalað varð, at restin (av fíggingarpartinum hjá Runavíkar kommunu) skuldi útvegast við eykajáttan. Nú er arbeiðið komið væl áleiðis og mælir Sosiala deild til, at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 700.000 kr til umbyggingina.

Nes kommuna hevur útvega fígging til sín part av umbyggingini.

-Sosiala nevnd hevur samtykt at beina málið um eykajáttan til fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin mælir til alt játta eina eykajáttan áljóðandi kr. 700.000 kr Heilsudepilin.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

 

51/16: Eykajáttan til Skálafjarðarsamstarvið

Í tveimum umførum í 2015 hava kommunurnar í Skálafjarsamstarvinum verið noyddar at veita eykajáttan til rakstur av Økistænastuni við Skálafjørðin, tí játtanin frá landinum ikki rakk til, hóast økið varð rikið á sama hátt, sum undan yvirtøkuni.

Játtanin frá løgtinginum uppá 3.3 mió. kr. er ikki tikin við í fíggjarætlanini hjá kommununum fyri 2016

Leiðslan fyri Økistænastuna við Skálafjørðir vísir á, at bygningarnir treingja til ábøtur, umframt at fleiri rakstrartól treingja til at verða skift út. Leiðslan mælir til, at hesin peningur verður játtaður til viðlíkahald, umbygging og útvegan-/útskifting av rakstrartólum, sum stórur tørvur er á.

-Sosiala nevnd mælir til at taka undir við áheitanini frá leiðsluni fyri Økistænastuna við Skálafjørðin um at tær 3,3 mió. kr. verða brúktar til íløgur, ábøtur og broytingar í Skálafjarðarsamstarvinum.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

 

52/16: Innkomin tilboð til víðkan av kirkjugarðinum á Skála

Tekniska deild: 2 tilboð eru innkomin uppá víðkan av kirkjugarðinum á Skála. Avsett varð á fíggjarætlanini fyri 2015 til arbeiðið, men hesin peningur varð ikki brúktur.

Tilboðini liggja væl omanfyri metingina og hevur Tekniska deild havt samráðingar við arbeiðstakaran, ið hevði lægra tilboðið, um einans at gera “moldarbeiði” í ár og at játtanin, sum ikki varð brúkt í 2015 (kr. 480.000) verður veitt sum eykajáttan í 2016.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingin frá Teknisku deild.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita 480.000 kr í eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.